- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rokk, fólkaogn og seinir føroyingar!
Tað er tíðliga á kvøldi, tá vit koma inn í Loppen, ein tíma eftir at dyrnar lótu upp. Enn er tómligt inni, føroysku nøvnini spæla ikki fyrr enn seinni, og uppmøtingin er tískil hareftir.
Tónleikur verður spældur í bakgrundini, tað er DJ Charles, sum diskar millum framførðslurnar Vit eru so heldigar at fáa borð beint við pallin, tað plagar ikki at vera sum at siga tað!
Eftir eina løtu, hoyrist eyðkenda røddin á Jákupi Weihe í hátalarinum. Á hálvbrotnum donskum bíður hann okkum vælkomnum og presenterar fyrsta sangaran á kvøldinum, Select Captain.
Huglagið er dempað, og blá-reyðu ljósini undurbyggja róligu rørslurnar á pallinum. Select Captain ger ikki nógv um seg, men fer beint undir tónleikin. Djúpir tónar fylla rúmið, og ein kafé stemningur er yvir tí.
Ein rokkutur songwriter, sum fangar áhoyrarnar við tónleikinum. Hann kundi verið meira prátingarsamur og roynt at fangað áskoðararnar meira. Tað gongur stutt tíð, til man hevur vent sær burt frá pallinum og aftur situr og prátar.
Næstur á pallin er Jesper Ejrup. Hann er føroyakendur, og dugur at fáa seta huglagið júst sum føroyingum dáma, lokalt og skemtiligt. Hann dugur væl at fáa samband við áhoyrararnar, og tað er eingin ivi um, at hann kennur seg væl tilrættis á pallinum.
Eisini Ejrup hevur eisini nakað songwriter yvir sær, á donskum og enskum syngur hann um kærleika og brostnar dreymar.
Saman við sær hevur hann tvær ungar gentur at syngja kór, og so við og við sum tær sláa seg leysar, gerst fjøldin meira og meira bergtikin av tí flotta, fleirstemmaða kórinum.
Jesper Ejrup fær huglagið heilt upp – ein góður yvirgangur til teir tríggir, føroyamyndin, trína á pallin.
Sum líður móti kvøldi, leggjast fleiri aftrat, hóast umstøðurnar eru danskar, er fólkið føroyskt. Spakuliga fyllist gólvið í Loppen, og tá teir tríggir Eyðun, Terji og Kim verða presenteraðir, er heilt fitt av fólki.
Tá hann presenterar høvuðsnøvnini, er Jákup Weihe sum vit kenna hann, og hann lirar nakrar skemtisøgur av sær, sum fær øll á flenna.
Eyðun, Terji og Kim fara í holt við at spæla, og tað er eingin ivi um, at tað er hetta, fólk eru komin til. Fólk kenna sangirnar hjá teimum, og tað er ringt at lata vera við at syngja við. “Tú”, “Morgun” og “80’ini”, hetta eru løg, sum eru vorin fólkaogn.
Uml kl 00.30 byrjar tað at streyma inn við fólki, øll eru í góðum lag. Hevði man ikki vitað betur, hevði ein hildið seg vera staddan heima í Føroyum!
Síggj myndir frá kvøldinum HER.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |