Eitt dýrt selfie

Mynd: ABC
Eitt dýrt selfie
Hendan myndin, sum tú óivað hevur sæð óteljandi ferðir, er ikki bara eitt vanligt, spontant selfie. Myndin er ein partur av einum lýsingarátaki hjá fyritøkuni Samsung. Torir tú at gita, hvussu nógv tey hava goldið?
06.03.2014 - 22:15

Tú hevur heilt sikkurt sæð myndina. Men um tú ikki sást Oscar-handaninar sunnunáttina, veitst tú nokk ikki, hvørjari telefon myndin er tikin við. Allíkavæl helt fyritøkan Samsung, at hetta var ein góður máti at røkka út til nýggjar kundar. So myndin, sum líkist eini vanligari, spontanari bólkamynd, er í veruleikanum serstakliga vælfyrireikað. Og serstakliga dýr.

 

Amerikanski miðilin The Wall Street Journal skrivar at, Samsung hevur goldið góðar 110 milliónir krónur fyri at fáa Ellen DeGeneres at taka myndina av sær og sínum kendu vinfólkum. Og kanska riggar tað? Í øllum førum er myndin deild 3,2 milliónir ferðir á Twitter og hittar sum mest deilda myndin nakrantíð.

 

Spennandi at vita, hvussu nógvar Samsung telefonir verða seldar nú.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.