Banna tey ungu ov illa?

Banna tey ungu ov illa?
Tá ið endaleysa almenna kjakið um málið ikki snýr seg um C, X og Z, ymisku málførini ella mállæruna, so snýr tað seg um illbønirnar og fúlu og fremmandu orðini hjá teimum ungu. Og tað er skiljandi, at hetta er vorðið eitt evni, tí hvussu kann omman vita, at “fokking idiot” er bara sagt í allarbestu meining?
07.03.2014 - 07:30

Ung í dag hava ættleitt øll heimsins banniorð inn í teirra orðfeingi, og hesi orð verða alsamt størri partur av dagliga málinum. “Helviti man, hatta er dóp”, “fokk ikki, hann er awesome”, “ha ha, halt kjaft títt helvitis reyvarhol”. Ljót og niðurgerandi orð rína ikki við tey ungu longur, og onkursvegna hava reyvarhol og idiot ikki sama týdning longur. Reyvarhol kann merkja 1. holið, sum mann kukkar ígjøgnum, 2. ein, sum er ordiliga býttur og 3. ein góður vinmaður, sum møguliga hevur smekkað seg í eina hurð. Um til dømis ein vinmaður sigur við ein annan “tú ert ein inn-í-helvitis-vánaligur tapari”, so flennir vinmaðurin “ha ha”, tí hann veit, at tað er ikki er illani meint.

 

Í eini útvarpssending á sinni var Bárður Næs gestur, og eftir sendingina varð nógv kjakast um málið hjá honum, tí hann nýtti so nógv ókend orð, sum t.d. „tað er hjernadeytt feitt“. Hann varð síðan boðin at vera gestur í sjónvarpinum dagin eftir, har hann var vangamyndin í Degi og Viku, og tey spurdu hann, hví hann tosaði, sum hann gjørdi. Hann greiddi frá, at honum dámdi at finna nýggj, einstøk orð, ið hann kundi brúka, so at hansara boðskapur kom út. Hann legði eisini afturat, at hann skilti líka illa málið hjá teimum eldru ættarliðunum, sum tey skiltu hansara. Eftir hett kann mann taka í spurningin, ið hevur verið nógv frammi tey seinastu árini: Er tað so stórur munur á málinum hjá teimum yngru ættarliðunum og teimum eldru, at tey ikki skilja hvønn annan longur?

 

Foreldur og lærarar eru ordiliga ókul, tá ið tey halda, at ung banna so illa. Come on, grandma, vit liva altso í 2014. Men uppføra tey ungu seg ikki akkurát líka, tá ið tey hoyra sovorðni, ið eru uppaftur yngri? Tí tá ið ein sjey ára gamal drongur kemur inn í bussin og bannar og blótar, so hevur 19 ára gamli drongurin, sum situr eitt sindur longri aftur, hug at hvøkka við. Tí hvat sker her? Fokk, hasin drongurin bannar illa. Hann er bara eitt fokking barn. Omg, hvør verður framtíðin í Føroyum við hetta lag?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.