- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greta spælir í Sirkus í kvøld
Greta Svabo Bech hevur gjørt nógv um seg í tónleikaheiminum seinastu tíðina, og 2013 var eitt serliga hendingarríkt ár fyri songkvinnuna. Men hon steðgar ikki á og boðaði frá í ársskiftinum, at nógv er enn í væntu. Í ár er hon farin í gongd við eina eitt ára langa verkætlan, sum skal úrslita í einari konseptútgávu. Fløgan byggir á ringrásir, árstíðirnar, tíð náttúru, broyting og lívið og verður býtt upp og útgivin í einari EP fyri hvørja árstíð. Fyrsta EPin verður givin út síðst í mars.
Í summar flutti Greta Svabo Bech aftur til Føroyar eftir at hava búð í Liverpool í fleiri ár og bygdi sær eitt studio saman við sjeikinum Fred í Miðvági. Har er ikki einki hent, og hon hevur m.a. selt eitt lag til amerikonsku poppdrotninga Cher, gjørt eitt lag fyri kenda komponistin Ludovico Einaudi og givið fleiri løg út sjálv.
Sunnukvøldið fara Greta og tónleikarar til Austin, Texas, har tey skulu verða við á South by South West, sum er ein av heimsins størstu showcase festivalum. Men áðrenn leiðin gongur til Texas, verður í kvøld høvi at hoyra Gretu Svabo Bech við tónleikarum í Sirkus. Konsertin byrjar klokkan 22 og er ókeypis.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |