Tað verður ikki góðtikið, at mann ikki kemur til venjing!

Tað verður ikki góðtikið, at mann ikki kemur til venjing!
Úr Føroyum hoyrist bara ódnarljóð, men so er ikki á flatlondum. Sólin skínur á Koltorgið, har sum eg havi avtalu við tær báðar Birgit og Sofíu.
12.03.2014 - 17:00

Báðar smílandi og púra avslappaðar, og ein hevði ikki trúð, at tær skulu spæla næsta semifinaludystin í kvøld! Fyrst inn á Baresso og so út aftur í sólina at sita, gott at fáa nakrar strálur, meðan vit práta.

 

23 ára gamla Birgit Guttesen er úr Bø, og Sofía Purkhús er 21 ára gomul og úr Klaksvík. Tær hava báðar spælt við Mjølnir til síðsta summar, tá tær fluttu til Keypmannahavnar at lesa, arbeiða og spæla flogbólt.

 

Hvussu eru tit komnar á liðið hjá Frederiksberg Volley?

- Ein føroysk genta spældi við síðsta ár, og hon nevndi fyri venjaranum, at vit ætlaðu okkum til Danmarkar. Venjarin setti seg so í samband við okkum á vári 2013 og spurdi, um vit vóru áhugaðar at koma til nakrar venjingardystir, og tað vóru vit.


Hví júst Frederiksberg Volley?

- Tað var tað fyrsta liðið, sum setti seg í samband við okkum, so tað er orsøkin. Seinni hevur okkurt annað felag eisini víst áhuga, men tá høvdu vit longu avgjørt at fara til Frederiksberg Volley.

 

Hvussu er at spæla við á einum liði við so høgum støði?
- Tað er øðrvísi, tí tey seta fleiri krøv til okkum persónliga. Tað verður ikki góðtikið, at mann ikki kemur til venjing, um mann er eitt sindur forkølaður. Venjingarnar eru ógvuliga seriøsar, og tað verður viðmerkt, tá ið mann ikki kemur til venjingar.
 

- Serliga tað at vera beinleiðis konfronteraður, tá mann ger okkurt galið, tað skuldi mann venja seg við. Men alt hevur verið við til at ment okkum nógv sum leikarar.

 

Verða tit so konfronteraðar framman fyri restina av liðnum?

- Ja, serliga í byrjanini, men ikki so nógv longur. Venjarin kundi væl finna uppá at skelda okkum til dystirnar, um vit ikki spældu nóg væl. Hetta vóru fleiri á liðnum ónøgdar við, so tað ger hann ikki so nógv longur.


Eru fleiri á liðinum, sum koma aðrastaðni frá?

- Nei, vit eru einasta liðið í kappingini, sum so at siga bara hevur danskarar við. Vit báðar koma úr Føroyum, og allar hinar koma úr Danmark.

- Fleiri lið í kappingini hava amerikanarar á liðnum, og hetta ger, at tær eru sjálvsagdir leikarar til allar dystirnar. Fyrimunirnar hjá okkum við, at allar eru á sama støði er, at tú veruliga mást gera nakað fyri at sleppa at spæla til dystirnar.

Nú eru tit komnar í semifinaluna, hvussu fyrireika tit tykkum til dystirnar?
- Vanliga venja vit fýra ferðir um vikuna umframt tvær ferðir fitness. Áðrenn dystirnar leggja vit ein serligan taktikk móti tí ávísa liðnum, sum vit spæla ímóti.

 

- Tað er munur á í Føroyum og Danmark. Í Føroyum hava vit okkara taktikk, sum vit brúka til allar dystirnar, og her hava vit ymiskar taktikkir, sum vit brúka alt eftir hvørjum vit spæla ímóti. Vit fáa eisini teldupostar frá venjaranum við øllum tí, vit skulu venja.

 
Hvørjar vónir hava tit til dystin í kvøld?
- Vit hava góðar vónir. Um vit spæla ordiligt, so kunnu vit væl vinna. Vit taptu seinast, men tað var tí, vit gjørdu so nógvar býttar feilir.

- Vit hava somu møguleikar at vinna sum tær. Venjarin plagar at siga, at vit sjálvar kunnu avgera, um vit skulu vinna ella ikki. Ofta spæla vit ein sera góðan dyst og gera onkran feil móti endanum, sum ger, at vit tapa. Men um vit hava sett okkum fyri at vinna, so kunnu vit tað.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.