Bretsk aftursvar til amerikanskt lýsingarstunt

Bretsk aftursvar til amerikanskt lýsingarstunt
Tú hevur óivað longu sæð videobrotið, har 20 fremmand fólk mussast fyri fyrstu ferð. Men hevur tú sæð bretska aftursvarið?
17.03.2014 - 17:30

Seinastu viku skrivaði Røddin um hetta videobrotið, har 20 amerikonsk fólk vórðu biðin at mussast fyri fyrstu ferð - hóast tey ikki kendust.

 

Videobrotið ferðaðist skjótt gjøgnum allar sosialar miðlar og er nú longu víst 60 milliónir ferðir á YouTube. Men aftaná fáar dagar gjørdist tað greitt, at videobrotið í veruleikanum var ein lýsing fyri eitt amerikanskt klædnamerki. Og at fólkini, sum vóru við, øll vóru sjónleikarar og modellir - hóast tey skuldu eitast at vera púra tilvildarliga útvald. 

Fyri nøkrum døgum síðani kom VICE við einum bretskum afturvari til amerikanska lýsingarstuntið. Síggj tað her!

Hvat heldur tú - Flóvisligt? Kiksað? Ella bara fitt?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.