- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ásgeir við nýggjum videolagi

Føroyingavinurin, Ásgeir Trausti, hevur í gjár latið eitt nýtt videolag úr hondum til sangin Going Home. Nógvir føroyingar hoyrdu ivaleyst um íslendaran, tá hann varð kunngjørdur til G! 2013, og summi áðrenn, tá hann spældi á Roskilde Festivalinum.

Hetta er eitt av løgunum á nýggju fløguni, In The Silence, sum útkom seint síðsta ár. Hendan er ein umseting av upprunaligu íslendsktalaðu fløguni, Dýrð í Dauðaþögn. Íslendska útgávan varð sera væl móttikin í Íslandi eins og í Føroyum og Danmark. Hann valdi so at umseta succes'ina við vón um at røkka longri út í heimin við enska heitinum Into the Silence.

Tað var í roynd og veru ein annar kenningur hjá okkum føroyingum, ið fekk Ásgeir at umseta fløguna. John Grant, sum skuldi havt verið á G! í 2012, var so hugtikin av vakra verkinum, at hann bjóðaði seg til at hjálpa Ásgeir at umseta til enskt.

Hóast tað hevur eydnast honum at fingið ein fjepparaskara uttan fyri Norðurlond, eru tað fleiri íslendingar og føroyingar, ið halda, hansara løg mistu sína sjarmu við at tey vórðu umsett. Bólkurin Sigur Rós er eitt dømi um ein bólk, sum hevur fingið stóra altjóða viðurkenning, hóast teir bara syngja teirra móðurmál - íslendskt.

Going Home er umseting av lagnum Heimförin, og síggj videolagið her.

Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |

Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |

Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |

Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |

Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |