Tey ungu rýma eisini í Danmark

Ung og eldri samstarva um býarplanlegging í Vejle. Hetta skal styrkja bandið millum býin og ungdómin. Myndir: Røddin
Tey ungu rýma eisini í Danmark
Fólkafráflytingin verður ofta mett at vera størsta avbjóðingin hjá Føroyum. Men tað er ikki bara her heima, at fólkafráflyting er ein trupulleiki. Smærru býirnir í Danmark berjast við tí sama: Tey ungu tíma ikki at vera har. Men nú hava danir møguliga funnið eina loysn. Ein serfrøðingur metir, at føroyska samfelagið kann læra nógv av tí.
27.03.2014 - 22:00

Keypmannahavn og Aarhus lokka ung úr øllum Danmark til sín. Hópin av útbúgvingarmøguleikum og spennandi tiltøk er tað, ungdómurin vil hava - og tað finna tey í stórbýunum. Men tað gongur hart útyvir smærru býirnar í útjaðaranum, tí teir megna ikki at lokka tey ungu heimaftur, tá tey eru liðug at lesa.

 

- Stórbýirnir eru spennandi hjá teimum ungu at flyta til. Tað skilja vit væl, og vit vilja sjálvandi eisini, at okkara ungdómur skal útbúgva seg. Men samstundis vilja vit øgiliga gjarna hava tey at flyta aftur til sín heimbý, tá tey eru liðug. Tí útjaðarin útdoyr, um eingin búsetir seg her. Men tað vísir seg at vera truplari enn sum so. Tá tey fyrst eru farin, koma tey sjáldan aftur, tí aftaná nøkur ár eru tey so mikið væl etableraði, at tað er eitt kempistórt stig at flyta úr stórbýinum aftur, sigur Jens Erik Samuelsen, menningarráðgevi í Vejle, sum er ein av teimum býunum, sum merkja trupulleikan.

 

Men nú hava fleiri danskar kommunur sligið seg saman og vilja hava tey ungu at trívast í útjaðaranum aftur. Við einum nýggjum átaki royna tey at knýta band millum býin og ungdómin.

 

Samstarv tvørturum ættarlið

 

Vejle býur húsaði í farnu viku eina stóra konferansu um hetta evnið. 70 politikarar og 70 ung úr 14 donskum kommunum vóru samlaði, og endamálið var at fáa tey at samstarva um ymiskar verkætlanir.

 

- Tað snýr seg um at fáa tey at arbeiða saman. Teir eldru politikararnir skulu skilja tey ungu, og tey ungu skulu sleppa at vera ein partur av øllum. Til dømis býarplanleggingini, sigur ein fyriskipari, Louise von Muller.

Tað handlar um kenslur

 

Við eitt lítið borð situr Jens Erik Samuelsen, sum arbeiður við mentan í Vejle kommunu. Hann er í ferð við at klippa eina modell av eini nýggjari skateboardpark. Við síðuna av honum situr ein 16 ára gamal drongur og límar modellina saman. Tað er hetta samstarvið, sum er endamálið við konferansuni.

 

Men hvussu kann ein pappírsmodell av eini skateboardpark fáa tey ungu aftur til teir smærru býirnir?

 

- Tað snýr seg um fáa tey ungu at føla, at tey eiga hendan býin. Vit kunnu aldrin kappast við Keypmannahavn um útbúgvingarmøguleikar. Men tá tey ungu fara úr Vejle fyri at lesa, og koma aftur at vitja sín heimbý, skulu tey hugsa: Her hoyri eg heima. Tað bandið millum ungdómin og teirra heimbý kunnu vit styrkja við at lata tey ungu vera við til at forma býin. Skapa okkurt ítøkiligt, sum tey síggja aftur, tá tey verða eldri og koma á vitjan her, sigur Jens Erik Samuelsen frá Vejle Kommunu.

Danskar kommunur sum fyrimynd fyri Føroyar

 

Rakul Svabo Róadóttir, sum er sosiologilesandi og hevur skrivað bachelorritgerð um fólkafráflyting í Føroyum, metir, at føroyska samfelagið kann læra av donsku kommununum, og hvussu tey handfara avbjóðingina.

- Eg haldi avgjørt, at vit kundu gjørt okkurt líknandi. Tað hevði verið sunt og motiverandi fyri tey ungu, um tey fingu eina rødd innan politiskar verkætlanir og avgerðir - og uttan iva hevði tað samstundis økt um trivnaðin hjá teimum ungu, sigur hon.

Men hon metir eisini, at Tórshavnar Kommuna longu er væl á veg við sínum nýggja Ungdómsráði.

- Ì løtuni verður nakað líknandi sett í verk í Føroyum. Tórshavnar Ungdómsráð er ein góður máti at gera ungdómin til ein avgerandi part av samfelagnum, sigur Rakul Svabo Róadóttir
.

 

Tórshavnar Ungdómsráð skal virka sum umboð fyri øll ung í Tórshavnar Kommunu. Hesar dagarnar er val til nýggja ráðið. Ráðið skal mannast av 5 limum og 5 varalimum, sum skulu sita í ráðnum komandi 2 árini og skulu vera við í viðgerðunum av málum, sum viðkoma ung í kommununi.

Her kanst tú lesa meiri um Tórshavnar Ungdómsráð, og hvussu tað varð móttikið á pallborðsfundi í Margarinfabrikkini í gjár.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.