- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðbýurin slóknar í annaðkvøld

Aftur í ár verður Tórshavnar Kommuna ein partur av altjóða átakinum 'Earth Hour 60'. Àtakið gongur út uppá at sýna umhvørvinum ans, og tað verður gjørt við at sløkkja ljósini í ein tíma. Kommunan syrgjur fyri, at miðbýurin verður myrkur, og mælur øllum borgarum til at vera við í átakinum.
- Øll kunnu taka lut í tiltakinum henda tíman. Tú kanst melda teg til tiltakið á Facebook - eisini um tú ætlar at verða heima hetta kvøldið, men kortini ætlar at sløkkja ljósið, skrivar Tórshavnar Kommuna á torshavn.fo.
Ljósið verður sløkt í annaðkvøld, 29. mars frá klokkan 20.30 til 21.30. Kommunan bjóðar til heitt kakao á vaglinum, og Margarinfabrikkin fer at syrgja fyri tónleiki og dansi.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




