Tórshavnar Ungdómsráð er mannað

Mynd: torshavn.fo
Tórshavnar Ungdómsráð er mannað
Fyrsta valið til Tórshavnar Ungdómsráð er nú endað. 5 limir og 5 tiltakslimir eru vald at umboða ungdómin í Tórshavnar Kommunu.
28.03.2014 - 16:45

Tey ungu fólkini sum skulu umboða ungdómin í Tórhavnar Kommunu eru nú vald. 5 limir og 5 tiltakslimir skulu komandi 2 árini vera við í viðgerðini av málum, sum viðvíkja ung. Tey kunnu eisini sjálvi koma við uppskotum og hugskotum til, hvussu kommunan betrar um trivnaðin hjá ungum.

 

2627 ung fólk millum 14 og 22 ár høvdu valrætt, og tey høvdu møguleikan at velja ímillum 14 valevni. Í alt hava 506 atkvøtt.

 

 

Hesi vórðu vald í ráðið


Tór Marni Weihe, 105 atkvøður
Ásvør Lognberg, 67 atkvøður
Gunnhild Hansen, 55 atkvøður
Magnus Heinason Eysturoy, 43 atkvøður
Harald Joensen, 36 atkvøður
 

Hesi vórðu vald sum tiltakslimir
 

Eyðun Poulsen, 35 atkvøður
Hanna Vang, 32 atkvøður
Drós Ragnarsdóttir, 30 atkvøður
Oda Kjartansdóttir Strøm, 29 atkvøður
Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard, 23 atkvøður
 

Les her, hvussu valevnini vórðu móttikin á pallborðsfundi fyrrakvøldi.

Les her, hvussu tey ungu í Danmark eru við til at forma teirra kommunu, og hvussu vit kunnu læra av tí í Føroyum.
 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.