- Tíðindi, mentan og ítróttur
’Norðlýsið’ í uppskoti til besta videolag í ríkinum

Á hvørjum ári verður skipað fyri eini kapping um bestu videoløgini í kongaríkinum. Tað er CPH PIX sum fyriskipar, og í ár hava tey fyri fyrstu ferð valt at seta eitt føroyskt videolag í uppskoti til heiðurin. Tað er videolagið hjá Byrta, ’Norðlýsið’, sum Heiðrik á Heygum hevur filmsstjórnað.
- Eg eri øgiliga glaður. Tað er fantastiskt, at mítt videolag er útvalt til at vera millum tey bestu í danska kongaríkinum. Tað vísir jú, at føroyingar kunnu vera við á altjóða støði, sigur Heiðrik á Heygum við Röddina.
Heiðrik metur, at hetta kann koma at hava stóran týdning fyri listarliga virkseminum hjá sær framyvir.
- Tað eru nógv týdningarmikil fólk sum koma at síggja videolagið, so tað kann koma at hava stóran týdning fyri meg tí framtíðini, sigur hann at enda.
Vinnarin av kappingini verður avdúkaður 11. apríl.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




