Nýggj fløga frá Michael Jackson: Apríl, apríl?

Mynd: Michaeljackson.com
Nýggj fløga frá Michael Jackson: Apríl, apríl?
Í dag komu tíðindini um, at ein nýggj fløga frá Michael Jackson kemur út í mai. Nógv gleðast, men summi óttast, at eingin fløga í veruleikanum er á veg.
31.03.2014 - 19:30

Í dag hevur plátufelagið Epic Records útsent tíðindaskriv um, at ein nýggj fløga frá Michael Jackson er á veg. Tíðindini eru send út umvegis offisiellu heimasíðuni hjá sangaranum sum doyði í 2009.

 

Samstundis sum nógvir fjepparir gleðast um boðini, eru eisini summi ið stúra fyri, at eingin fløga er á veg. Í tíðindaskrivinum stendur nevniliga, at fløgan kann bíleggjast frá 1. apríl. Tí óttast fjepparir, at talan er um eina aprílsøgu.

 

Fløgan, sum sigst at kunna bíleggjast frá í morgin, kemur út 13. mai. À henni eru 8 løg ið eru framleidd úr gomlum upptøkum. Tað var stjórin í plátufelagnum Epic Records, sum fann upptøkurnar í heiminum hjá Michael Jackson, aftaná hann doyði.

 

Fløgan eitur XSCAPE, og tað eru Timbaland, Rodney Jerkins, Stargate og John McClain sum hava framleitt hana, skrivar plátufelagið í tíðindaskrivinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.