Besti nýggi tónleikabólkurin skal finnast

Mynd: www.torshavn.fo
Besti nýggi tónleikabólkurin skal finnast
Aftur í ár skal Føroya besti nýggi tónleikabólkur finnast. Tónleikakappingin Sement verður hildin í mei. Les meiri um treytir og vinningar her.
17.04.2014 - 17:45

Seinastu 6 árini hevur Margarinfabrikkin skipað fyri tónleikappingini Sement. Endamálið er at finna besta, nýggja tónleikabólkin í Føroyum. Seinastu árini hava vinnarirnir verið Hamferð, Guðrun & Bartal, Sleepless Ghosts og The Absent Silver King.

 

Aftur í ár verður kappingin hildin, og tað verður sum vant gjørt í Perluni í Havn. Um vikuskiftið 16.-17. mei, verða tey tvey innleiðandi umførini. Tríggir bólkar sleppa víðari úr hvørjum umfari, og finalan verður so leygarkvøldið 24. mei.

 

Treytir og vinningar

 

Fyri at luttaka í kappingini skal bólkurin ella einstaklingurin ikki hava gi við nakað út fyrr. Hvør bólkur fær 15 minuttir á palli og framførir í minsta lagi tvey egin løg. Allar sjangrur eru vælkomnar.

 

Vinnarin av kappingini fær gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Studio Bloch. Hetta hevur eitt virði á umleið 17.000 krónur. Harumframt fær vinnarin eitt gávubræv á 3.000 krónur til Simme Musikkhús.

 

G! Festivalurin velur ein bólk, ið skal spæla í Gøtu í summar.

 

Dómsnevndin

 

Kristoffer Mørkøre er navnframur framleiðari við drúgvum royndum handan ljóðpultin. Hann hevur átt og rikið ‘Kriss-stuff studio’ síðan 2004, har hann hevur framleitt, miksað, komponerað og spælt á einum ótali av føroyskum útgávum.

 

Guðrið Hansdóttir er ein av kendastu songkvinnunum her á landi. Umframt, at hon hevur latið úr hondum fýra útgávur, er hon eisini onnur helvtin av elektropop duoini, Byrta, ið kom sum eitt stjørnuskot á føroyska tónleikapallin í 2013.

 

Jón Tyril kenna vit frá G! festivalinum, og má sigast at vera ein lyklapersónur innan tað føroyska tónleikaumhvørvið. Eisini var hann partur av slóðbrótandi bólkinum Clickhaze - ið av fleiri verður mettur at hava lyft føroyskan tónleik á eitt altjóða støði.

 

Tilmelding

 

Send navn á bólki ella einstaklingi og kontaktinfo til sement@fabrikkin.fo. Seinasta freist at melda seg er sunnukvøldið 11. maj kl 24.00.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.