- Tað liggur í mær at rokast við festivalar og ymisk tiltøk

- Tað liggur í mær at rokast við festivalar og ymisk tiltøk
Um tvær vikur fer fyrsti Frigg festivalurin av bakkastokki. Röddin hevur verið á gátt hjá einum av teimum yngri fyriskiparunum, Anniku Biskopstø.
25.04.2014 - 14:15

Í fleiri ár hevur hon skipað fyri barnakarnivali á summarfestivalinum, og í fjør var hon við til at skipa tjaldingarøkið, sum fyri fyrstu ferð var á Akursmørk. Í ár er hon við í ovastu leiðsluni av Frigg festivalinum.

Annika Biskopstøð úr Klaksvík er bert 27 ára gomul og ein av fyriskiparunum av Frigg festivalinum, sum verður í Kongens Have í mai.  

Dagliga hevur Annika sína gongd á Roskilde Universitet, har hon lesur sálarfrøði og mentan.


- Útbúgvingin hevur ikki nakað beinleiðis samband við fyriskipan, men eg dugi at brúka tað, sum eg havi lært. Serliga mentanarfakið er hent nú vit samstarva við ymisk lond.

 

Eitt av høvuðsøkinum hjá Anniku, hevur verið innan marknaðarføringina av festivalinum. Hon hevur skrivað tíðindaskriv og verið í støðugum sambandi við miðlarnar.

Umframt marknaðarføring, hevur Annika eisini staðið fyri heimasíðuni hjá Frigg festivalinum, og hon hevur verið í sambandi við grafikaran, sum hevur gjørt plakatina.

- Á heimasíðuni standi eg sum tann, fólk kunnu ringja til við fyrispurningum, so fólk hava ringt til mín um alt millum himmal og jørð. Summi ringja fyri at tosa um reklamur og onnur spyrja meg um bólkarnar, sum fara at spæla.

Fyrireikingarnar fara við nógvari tíð, so ein kann næstan siga, at tað er fulltíðarstarv. Umframt at gang á universiteti, arbeiðir Annika eisini sum ráðgevi á lívslinjuni. Nú Frigg er um tvær vikur, eru ikki nógvar fríløtur í gerandisdegnum, men hetta tykist ikki at órógva Anniku.


- Frigg fyllir nógv, men eg trívist við at fyrireika. Tað er ikki tyngjandi, tá ið ein brennur fyri tí, ið ein ger, so eg hugsi ikki so nógv um tað.


Tað liggur í blóðinum at skipa fyri
Sjálv hevði Annika væl tímað at arbeitt fast við fyriskipan í framtíðini. Hon kemur frá einari familju, sum altíð er í holt við ymisk tiltøk, so tað fellur henni náttúrligt, og hon kennir seg væl í tí umhvørvinum.

-  Tá eg eri til ymisk tiltøk fangi eg ofta meg sjálva í at hugsa, at hetta tiltakið burdi man gjørt í Føroyum.

 

Pápi Anniku er ein av undangongumonnunum innan føroyska tónleikaheimin og fyriskipari av summarfestivalinum, Steintór Rasmussen. Hann er eisini ein av monnunum handan Frigg festivalin. Hóast Annika mangan verður samanborin við pápa sín, kennir hon seg ikki pressaða til at liva upp til nakað ávíst.

- Sjálvandi vil man gera arbeiði gott, men tað er ikki orsakað av hvør pápi mín er. Eg eri altíð sloppin at gera tað, sum eg vil, og eg dugi væl at arbeiða í mínum egna tempo.


Pápi hennara hevur skipað fyri tiltøkum síðan í 80’unum og hevur arbeitt seg uppeftir. Annika er einans 27 ár og er farin beint til teir stóru festivalarnar, og tað er eitt privilegium, sum hon ikki tekur fyri givið.

 

- Í summun førum stilli eg meg á síðulinjuna og lurti og hyggi hvussu tingini verða gjørd, men eg eri eisini sloppin at taka fleiri týðandi avgerðir sjálv.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.