Vill dagføring av snapchat

Mynd: blog.snapchat.com
Vill dagføring av snapchat
Ein nýggj dagføring av vælumtóktu appini ger, at tú nú kanst videokjatta beinleiðis
01.05.2014 - 12:00

Um tú hevur snapchat á tínari telefon, kanst tú senda og móttaka myndir, ljóðbrot og videoklipp. Tað, sum tú sendur, kann hægst vísast á skerminum í 10 sekund, og verður ikki goymt nakrastaðni.

 

Ì dag verður appið dagført og tað merkir, at tú nú eisini kanst kjatta gjøgnum snapchat. Tað sum er slóðbrótandi við dagføringini er, at um báðir partar eru á appini í senn, kunnu tit video-kjatta í upp til 10 sekund. Tað vil siga, at tú nú kanst síggja reaktiónina hjá tí, tú sendur videoklipp til. 

 

Enn er dagføringin ikki tøk, men væntandi verður hon útgivin seinni í dag. Les meiri her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.