- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjølbroytni á FRIGG

Norðurlendski Frigg festivalurin býður uppá fjølbroytni innan norðurlendska listaheimin. Á festivalinum verður eitt øki, við ymiskum sniðgevum og einum hugskotsbása.
- Økið skal vera ein sýnisgluggi og høvi til at vísa, at vit í norðanlondum eru annað enn grindadráp og tjúkkar troyggjur, sigur Annika Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av festivalinum.
Ætlanin er at skapa ein sýnisglugga fyri sniðgevararnar, men eisini at gera eitt høvi til at sniðgevarnir kunnu møtast og vísa hvat hendur innan norðurlendsa mótaheimin.
- Vit vilja vísa fjølbroytni, og at sniðgevarirnir allatíð eru í menning. Leila av Reyni ger millum annað ymiskt úr fiskaskræðu, men so ger hon eisini flottar gallakjólar, sum eitt nú eru nýttur til Miss World.
Les eisini: - Tað liggur í mær at rokast við festivalar og ymisk tiltøk
Flestu sniðgevarnir eru kendir millum føroyingar, eitt nú Erla Perla, Fíl og Fosaa, men tveir grønlendskir sniðgevar koma eisini at sýna fram á festivalinum.
Grønlendsku sniðgevarnir eru Inuit Sina og Great Greenland, sum millum annað gera ymiskt úr kópaskinni.
Tekniski skúli úr Havn verður eisini á staðnum. Tey hava gjørt eina Frigg kollektión, við ymiskum Frigg vørðum.
Rabarbubarr á Frigg
Á økinum verður ein huskotskafé har millum annað Summar festivalurin og Iceland Airwaves fara at halda til.
Húsa kommuna, sum man vera minsta kommuna í kongaríkinum, verður eisini á staðnum við einum serligum rabarbudrykki. Umframt rabarbudrykkin fara tey at bjóða ymiskar brellbitar úr sjálvvirkaðum ráðvørum.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




