Pálsklæðir á FRIGG

Pálsklæðir á FRIGG
FRIGG snýr seg sum kunnugt ikki einans um tónleik. Fleiri sniðgevar hava básar á festivalinum.
10.05.2014 - 16:15

Básarnir eru eitt slag av sýnisglugga, har fólk kunnu síggja og keypa ymiskt frá teimum.

Í einum av básunum standa fólkini handan Sirri, Karin og Árni Brattaberg við nýggju klædnarøðini Pálsklæðir.


Klædnarøðin skal varpa ljós á nýggju svimjihøllina í Vági.

 

- Hugskotið kom, tí at nógv av arbeiðinum til hylin er sjálvboðið, og vit hugsaðu, at við klæðum kunnu vit varpa ljós á nýggja hylin í Vági, sigur Karin Brattaberg.

Tey hava miðað ímóti einum klassiskum sniði við sterkum litum, sum øll kunnu brúka.


20% av øllum tí, sum verður selt av Pálsklæðum fer til Pálshøll.

- Pál er komin so langt, sum hann er, og tí vilja vit stuðla.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.