Fjeppararnir: Árið, ið fór

Umvegis fantasypremierleague247.wordpress.com
Fjeppararnir: Árið, ið fór
Premier League kappingarárið er komið at enda, og fjeppararnir hava hvør sínar meiningar og viðmerkingar um árið, ið fór.
12.05.2014 - 19:00

Jógvan Martin Davidsen, Manchester City:

 

- Tvey steyp í ár! Sodan City! Ein nýggjan venjara, sum hevur fingið skil á liðið bæði á vøllinum og uttanfyri, sum sanniliga sæst væl. Helst samanborið við Mancini, sum stýrdi við harðari hond. Hann hevði nakrar trupulleikar í fyrstani, men helt fast í hansara filosofi um áleypsfótbólt, og vit endaðu við heili 102 málum og tveimum steypum - sera sera gott úrslit. Tað var tó við harðari mótstøðu frá Liverpool, sum eisini hava havt eitt sera gott umfar. Men City hildu nervarnar upp á pláss, tá tað sá svart út, og tí skal hesin fjepparin til skrúgongu kl 18 í kvøld á Albert sqaure! Allez le bleu!!

 

Hallur Kranzz, Everton:

 

Hetta hevur verið eitt av teimum heilt góðu kappingarárunum hjá teimum bláu úr Liverpool. Millum annað eydnaðist tað Everton at hølva bæði Arsenal og Manchester United av. Dystin á Anfield tosa vit minni um. Høvdu leikararnir hildið høvdini eitt sindur kaldari, so hevði Everton spælt Champions League fótbólt komandi kappingarár. Undan júst farna kappingarári segði eg, at Europa League hevði verið nøktandi, so eg eri sum heild heilt væl nøgdur. Við Martinez á odda trúgvi eg, at Everton røkka enn hægri tindum komandi árini. Takk fyri í ár. COYB!

 

Áki Dam Egholm, Arsenal:

 

Áðrenn kappingarárið varð sett í gongd søgdu teir serkønu ekspertarnir enn einaferð, at Arsenal ikki fór at hava ein kjans fyri at koma í top 4 í ár. Og í fyrsta dysti, tá mann tapti 3-1 á Emirates móti Aston Villa, sá tað svart út. Men við einum sigri á Tottenham og tað at man skrivaði undir við Mesut Ozil, ja so kom orduliga vend í; lógu fremst og fingu okkara vælsignaða top 4 pláss. Onkursvegna situr mann allíkavæl sera skuffaður, av tí at mann lá á fyrsta plássi so stóran part av kappingarárinum (120 dagar), men so steðgaði tann góða gongdin, millum annað orsakað av skaðum. Men eg vildi eisini sagt, at tað mentala hevur spælt ein stóran part í, at mann ikki hevur klárað at vunnið Premier Leauge. Tá teir stóru dystirnir hava verið, hevur mann ikki klárað at spælt serliga yvirbevísandi, mann hevur bert vunnið 1 av dystunum móti Liverpool, Chelsea, Man City og Man Utd, og tað hava samstundis verið nøkur forferdilig stórtap, ið fara at dálka minnið um kappingarárið 2013/14 í móti City, Chelsea og Liverpool. Mann er vel ikki heilt nøgdur, men tað, at mann er í FA Cup finaluni í ár, hjálpir, og vónandi fær mann enda bíðitíðina eftir steypi.

 

Trygvi Absalonsen, Liverpool:

 

Onki meistaraheiti bleiv tað til í ár. Men Liverpool fluttu seg frá einum 7 plássi upp á eitt flott 2. pláss við Champions League fyri framman og væntandi traðka nógvir nýggir leikarar inn á Shankey Gates. Ja, framtíðin hjá Brendan Rodgers og hansara monnum sær bjørt út, eftir eitt framúrskarandi kappingarár við flottum álopsfótbólti. Eg síggi longu fram til næsta kappingarár. Takk fyri í ár. YNWA!!

 

Hans Petur Brekkstein, Newcastle:

 

- Eitt ólukksáligt svingandi kappingarár. Frá byrjan og fram til jóla gekk heilt væl, vit vunnu harðar dystir í móti Chelsea, Tottenham og Manchester United. Í hesum tíðarskeiði lógu vit heilt væl við, og onkur hugsaði kanska, um vit fóru at klára at spæla okkum til Champions League plássini. Men um nýggjárskiftið vendi alt brádliga. Vit seldu okkara besta leikara, Yohan Cabaye, og ongin nýggir leikari kom inn, sum annars varð lovað av leiðsluni. Og hvussu stóran týdning Cabaye hevði fyri liðið, komu tey komandi at úrslitini veruliga at varpa ljós á. Eitt 10. pláss bleiv tað til til síðst, og tað er kanska í lagið í onkrum umstøðum, men ikki í hesum førum, tá vit høvdu vónir um Champions League plássini um jóltíðir. Mann kann bara vóna at okkurt hendir í summarsteðginum, kanska nakrar nýggjar leikarar, og kanska ein nýggjan venjara? Sum Trygvi Absalonsen og aðrir Liverpool fjepparar plaga at siga: Næsta ár verður tað!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.