- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umstríddur valfilmur við sex og vold strikaður

Umstrídda nýggja vallýsingin hjá danska Fólkatinginum er nú droppað og trekt aftur. Animeraði valfilmurin snýr seg um mannin, Voteman, sum við sex og vold skal fáa tey ungu at atkvøða til Europaparlamentsvalið 25. mai.
Kjakið á sosialu miðlunum hevur verið heitt, og tað er nettup allur kritikkurin, sum hevur fingið Fólkatingið at droppa filmin. Fleiri hava forsvarað filmin og sagt, at hann er frískur, stuttligur og at tað er heilt í ordan, tí málbólkurin er ung.
Mogens Lykketoft er formaður í Fólkatinginum, og meinar, at fólk mugu duga at síggja tað stuttliga í humoristisku lýsingini. Men hann vil í framtíðini vera meiri varin við, hvat Fólkatingið leggur navn til. Tað sigur hann við Ritzau í tíðindaskrivi. Samstundis er hann biðin av Venstre um at koma við einari frágreiðing um, hvussu hann kann lata ein sexistiskan og voldligan teknifilm enda sum almenna valfilm vegna Fólkatingið.
Anders Samuelsen, formaður í Liberal Alliance, kallar filmin tað mest flata og niðurgerandi, hann nakrantíð hevur sæð. Hann skilir ikki, hví mann skal brúka sex og vold sum argument fyri, at fólk skulu fara og atkvøða.
Hóast filmurin er tikin av almennu síðuni hjá Fólkatinginum, er hann blivin lagdur út av nýggjum gjøgnum aðra kanal. 200.000 krónur kostaði tað at gera filmin.
Hvat heldur tú um valfilmin? Er hetta heilt flatt og yvir um mark, ella rakar tað akkurát á seymin?
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




