- Tíðindi, mentan og ítróttur
Voxpop: Sement

Asyllex hava akkurát spælt, og áðrenn teir vóru Lyon & the Colourstorm og Dýrd á pallinum. Uppi á aðru hædd sita fýra ungar gentur, og tær lata heilt væl at higartil farna kvøldinum.
Tær eru Jana, Sólrún, Barbara og Sirið. Men hvør bólkur hevur staðið seg best higartil, sambært teimum?
- Nokk teir fyrstu, Lyon & the Colourstorm. Teir vóru speciellir, sigur Jana og hinar nikka játtandi.
- Eg haldi teir fyrstu vóru best hóskandi til tann tónleik, eg vanligvís dámi. sigur Sirið, meðan Sólrun sigur, at Dýrd eisini vóru góðir.
Í mun til tveir teir fyrstu bólkarnar, spæla Asyllex eitt nakað øðrvísi slag av tónleiki. Trash-metal er ikki tað, hesar genturnar lurta mest eftir, men tær duga væl at síggja Asyllex koma víðari í finaluna.
- Um mann dámar tað slagið av tónleiki, so kunnu teir gott koma víðari, men nú eru vit bara tannáringagentur, siga tær.
Jana supplerar, og heldur ikki, at tónleikasjangran hevur nakað at siga fyri kappingina:
- Altso eg lurti eftir øllum. Um eg havi hug til at lurta eftir opera, so lurti eg eftir opera, eg haldi alt er gott!

Lyon & the Colourstorm
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




