- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvørjir eru Malk de Koijn?

Í februar var ein yvirskrift at lesa á Gaffa.dk: ” Malk De Koijn giver én udendørskoncert i år”. Hendan konsertin verður í Frederiksværk, og Gaffa lovaði, at hetta verður einasti kjansur at hoyra raplegendurnar uttandura í ár.
Nú vísir tað seg so, at hetta ikki verður einasta uttandura konsertin í ár hjá Malk de Koijn. Í dag var nevniliga kunngjørt, at teir inntaka Grundina (scena) á ársins G! Festivali.
Tá tosað verður um danskan hip-hop, slepst ikki undan at tosa um ikoniska bólkin, Malk de Koijn. Bólkurin er mannaður av teimum trimum, Blæs Bukki, Tue Track og Geolo Geo.
Teir eru kendir fyri teirra originalu tekstir og teirra festligu live-framførslir. Teir gera tað, teir hava hug til, og tað er nokk tað, sum hevur fingið teir til topps. Kombinatiónin millum teirra løgnu búnar, feitu tekstir og old-school-rap rakti danahjørtu, tá teir útgóvu fyrstu fløgu teirra, Smash Hit In Aberdeen, í 1998.
Teirra tekstir eru allir danskir, fullir við slangs og løgnum vendingum, sum ofta ikki geva meining. Hugflogið er ikki tað, sum stendur eftir, tá teir skriva tekstir.
- La' mig slikke dine søde ben/ du venter spændt imens jeg henter en pind eller to/ så læg dig paa ryggen og spred dine pumasko! (Vi tager fuglen på dig)
- Skynd dig væk før jeg Søren Kaster dig op af en krostue/ det koster en formue at få dig ned igen åndssvage klovn/ jeg har en ovn, hvor jeg kan lave dig til Fedtmule! (Troppelanding)
Teir báðir Anders Brixen (Tue Track) og Janus Staffe (Geolo Geo) høvdu arbeitt saman við raptekstum, síðan teir vóru 16 ára gamlir. Seinni møttu teir Lasse Bavngaard (Blæs Bukki), og blivu so til Malk de Koijn í 1993.
Hetta hava teir ofta umtalað seg sjálvar aftan á teirra fyrsta fløga kom í 1998. Teir vóru virknir við tónleikinum inntil 2004, og náddu í tí tíðarskeiðinum at geva tvær fløgur út, Smash Hit in Aberdeen (1998) og Snegzilla (2002).
Síðani hildu teir ein steðg, men um teir fóru í upploysing, er ikki vist, men tað gingu nógv ryktir runt um tað. Teir yvirraskaðu so í 2009, har teir gestaðu Roskilde Festival, og í 2011 góvu teir út Toback to the Fromtime. Fløgan streymaði upp á topplistarnar í Danmark, og fekk sera góð ummæli frá ummælarum í m.a. Gaffa og Sounvenue.
Væleydnaða comebackið hjá teimum hevði við sær, at teir í 2012 vunnu teir heiðurin sum ársins danski live bólkur. Sama ár tóku teir Roskilde Festivalin við stormi, og fingu 6 út av 6 stjørnum frá m.a. Politiken.
Hetta er ikki einasta viðurslønin, teir kunnu reypa sær við. Í 2003 vunnu teir heiðurin sum ársins bólkur (Danish Hip-Hop Awards), og bæði Snegzilla (2002) og Toback to the Fromtime (2011) hava vunnið heiðurin sum ársins album í ávíkavíst 2003 og 2012 í Årets Steppeulv.
Hóast teir hava 21 ár á baki, sæst tað ikki aftur á teirra konsertum. Viljin og orkan eru í toppformi – tað sást m.a. aftur á Roskilde í 2012. Teir hava allir havt aðrar verkætlanir við síðunar av. M.a. er Blæs Bukki aktivur í underground hip-hop bólkinum, Balstyrko.
Klap din Hoddok:
Les eisini tíðindaskriv frá G!: Malk de Koijn, Palov og Fantastic Mr Fox á G!
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




