- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óhapp filmað: Datt 21 metrar

John All granskar veðurlagsbroytingar, og tá hann klatraði á einum Jøkli á Mount Himlung í Himalaya, datt hann 21 metrar niður í eina jøklasprekku. Eftir fallið, sum breyt rivjabein, høgra armin og koyrdi økslina út av lið, sigur hann við kameraðið ”I'm pretty well fucked. I fell through a hole, thankfully I didn't keep falling that way”. Hann peikar kameraðið niður í endaleysa svarta holið. Hetta ereitt av teimum fýra filmsbrotunum sum John koyrdi á Youtube, av hendingini, sum hann metur vera eitt tað harðasta, hann hevur upplivað í lívinum.

Hann visti, at um hann gjørdi nakran feil, fór hann at detta til ein vissan deyða. John nýtti fim tímar at klatra út úr holinum, men hann var enn ikki úti av vanda. Tá hann enduliga var komin úr sprekkuni, megnaði hann ikki at ganga. Hann rullar so yvir til tjald sítt, har telefonin er. Men tað tók honum fleiri tímar at fáa fatur á nøkrum. Men telefonin kom ikki við gleðisboðum, tyrlan kundi ikki flúgva um náttina. Tann bløðandi og skelvandi John All bíðar eftir tyrluni, uttan mat og uttan drekka. Hann yvirlivdi tó óhappið og heldur at tað er ótrúligt, hvussu oyðilagdur ein kroppur kann vera, men enn virka.

Her síggjast filmsbrotini sum John All filmaði:

Keldur:

CNN: http://edition.cnn.com/2014/05/22/world/asia/nepal-climber-rescue/

Mashable: http://mashable.com/2014/05/23/us-scientist-falls-70-feet-lives/?utm_cid...

Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |

Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |

Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |

Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |

Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |