- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klænka teg: Et sjokulátukaku til morgunmat

Tað ljóðar ov gott til at vera satt. Men eitt sindur av sjokulátukaku til morgunmat hjálpir tær at klænka teg, siga granskarar.
Hvør hevur ikki fingið prentað í høvdið gjøgnum uppvøksturin, at morgunmaturin er týdningarmiklasta máltíðin á degnum?
Tað er um morgnarnar, at evnisbrenningin í kroppinum stendur á sínum hægsta. Tí brúkar tú restina av degnum til at avbrenna kaloriurnar. Um morgunin er við øðrum orðum tann upplagda løtan at fáa tær ein sjokulátukakubita.
Samstundis vil ein kakubiti ella ein smákaka við proteinum hjálpa við at temja søtu tonnina restina av degnum.
Granskarar gjørdu eina kanning, har 193 yvirvektig fólk vórðu bólkað í tveir klænki-bólkar. Hin eini bólkurin fekk klænkikost á 300 kaloriur til morgunmat, meðan morgunmaturin hjá hinum bólkinum innihelt sjokulátu og tilsamans 600 kaloriur.
Eftir 4 mánaðir høvdu báðir bólkar tapt seg eins nógv, men enn 4 mánaðir seinni vísti tað seg, at fyrri bólkurin tók í miðal 9 kg upp á aftur, og sjokulátuátararnir hildu fram við at tapa seg. Sjokulátuátararnir taptu seg til samans 18 kg meiri enn hini. Hetta var sjálvt um samalaða dagliga kaloriuinntøkan var tann sama hjá báðum bólkunum, The Telegraph.
Hetta hongur saman við, at tá mann longu hevur inntikið sukur frá morgunstundini, fær mann minni hug til sukur seinni á degnum.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




