- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knút við nýggjum videolagi

Knút við nýggjum videolagi
Knút gav í gjár sítt fyrsta videolag út. Videolagið er til lagið "I Long to See the City".
31.05.2014 - 15:30
Spildur nýggja videolagið hjá Knút er gjørt av Torfinni Jákupssyni í samstarvi við Taylor Rae. Videolagið byggir á stuttfilmin The Old Man and the Ceiling, við Larry Strauss í høvuðsleiklutinum. Stuttfilmurin er leikstjórnaður av Taylor Rae, og tekur støði í einum eldri manni, ið hevur mist konu sína. Stuttfilmurin er til taks her.
I Long To See The City er síðsti sangur á On High (Tutl, 2013), ið Knút gav út í fjør summar. Lagið til I Long To See The City er eftir abba Knút, Knút E. Háberg (1920-2005). Á føroyskum eitur sálmurin Mær Leingist at Síggja Staðin, við orðum eftir Victor Danielsen.
Plátan On High varð innspæld í stovuni í húsunum í Torfinsgøtu, har omma og abbi Knút plagdu at búgva. Knút spælir á gamla klaverið hjá abbanum á hesum lagnum, meðan Jens L. Thomsen og Jan Johansen leggja dronandi effektir undir.
Umframt hetta videolagið, fæst Torfinnur Jákupsson við nógvan annan kreativitet, og tú kanst lesa meiri um hann á heimasíðu hansara.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




