- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jana Nielsen: Keðir tú teg ofta, ert tú ein keðiligur persónur

-Eg eri ein ógvuliga lívsglað genta, og lívið er fantastiskt. Hetta var eitt tað fyrsta Jana segði, tá vit hittust Undir Bryggjubakka hóskvøldið.
-Lívið er eitt av teimum tingunum, ið sera ofta er í huga mínum. Tað, at vakna upp til ein nýggjan dag hvønn morgun, er verðins størsta gáva. Men tað er tín egna ábyrgd at gera lívið spennandi, soleiðis at tað er stuttligt at liva.
Eg eri ein ógvuliga jaligur persónur, og tað er ikki eitt ávist ting, ið ger lívið so fantastiskt, men tað eru tey smáu tingini í lívinum, sum eg seti prís á.
-Mítt lív er ikki nakað serliga øðrvísi enn lívið hjá øðrum føroyskum tannáringum, men tað, at eg sleppi at liva hvønn dag, er fantastiskt.
Eg trívist væl einsamøll, og mín egna samvera er nóg mikið fyri meg. Mín tankagongd er tann, at um tú ofta keðir teg, so er tað tí, at tú ert ein keðiligur persónur.
Jana er ein av teimum persónunum, ið man serliga leggur merki til í mannamúgvuni. Í gula flonelsjakkanum, svarta hattinum, ið hon hevur arvað, ternutu brókunum og slitnu adidas skónum, gongur Jana vælnøgd í havnargøtum, og stóra smílið klæðir henni eisini heilt væl.
-Eg havi altíð havt ein øðrvísi klædnastíl enn hini, og tað kemst av tí, at mær dámar væl at vera øðrvísi. Míni klæði eru ógvuliga litrík, og eg fari ikki útum hurðina uttan ein hatt á høvdinum. Men eitt, ið eg eri rættiliga von við, er, at fólk hyggja undarliga at mær, tí tey halda, at eg gangi í løgnum klæðum. Men tað leggi eg púrt einki í – eg eri tann eg eri, og soleiðis er tað bara.
-Fyrr í vikuni fór eg eitt ørindi við mammu míni, og eg tímdi ikki at gera nakað burturúr mær sjálvari, so eg fór út í míni reyðprikkutu náttdrakt. Tá legði eg merki til, at fólk stardu at mær, sum um, at tey ongantíð høvdu sæð eina gentu í prikkutum náttklæðum fyrr. Sigur Jana flennandi. Summi vendu sær á eini fimm ferðir, bert fyri at hyggja at mær, leggur hon afturat.
-Eitt er tað, at míni klæði eru øðrvísi og sprøklut, men tað er mítt heim so sanniliga eisini. Tá ið mann kemur inn í mítt kamar, so er tað einki at ivast í – har býr Jana!
Á hurðini havi eg eina stóra mynd av Mr. Bean og eini hønu. So havi eg ein grønan vegg, sum er prýddur við LP plátum og indiskum høvdum. Og ikki at gloyma, so er alt kamarið prýtt við eini rúgvu av óruddi, soleiðis trívist eg best.
Eg eri eitt ógvuliga óskipað menniskja. Eg eri so óskipað, at eg havi keypt mær sokkar, har hvørt par hevur ymsar dagar í vikuni seymað á, so veit eg altíð hvørjar sokkar eg skal fara í. Men hygga nú! Eg eri í fríggjadagssokkum ein hósdag, sigur Jana at enda, ímeðan hon ristir við høvdinum.
-Míni vinfólk plaga at siga, at mann skuldi trúð, at mamma mín var ein klovnur og pápi mín ein rokkari – tí tey halda meg vera eina blanding av báðum. Tey plaga eisini at kalla meg ein lalleglaðan hipstara, men tað veit eg nú ikki heilt, um eg eri.
Men tað er líkamikið, um tey halda meg vera rokkari, klovnur ella bara ein lalleglaður hipstari, tí eg hvíli fullkomiliga í mær sjálvari.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




