6773 tatoveringar

6773 tatoveringar
Í ár kunnu festivalgestirnir á Roskilde festivalinum fáa eitt heilt serligt minni heimvið av festivalinum.
24.06.2014 - 22:45

Human Rights Tattoo er ein verkætlan, sum vitjar ymsar festivalar og tiltøk. Endamálið hjá teimum er at tatovera allar bókstavirnar úr altjóða mannarættindalóggávuni.

 

Hvør persónur fær ein bókstav, so tað verða í alt 6773 tatoveringar, tá verkætlanin er liðug.  

 

Í ár vitja Human Rights Tattoo Roskilde festivalin í døgunum 3.-6. juli, og tá ber til at fáa sær ein bókstav tatoveraðan.

 

Universal Rights er felagskapurin handan verkætlanina. Á heimasíðuni hjá tiltakinum skriva tey, at øll áttu at kent altjóða menniskjarættindini, men so er tíverri ikki.

 

Verkætlanin er ein liður í arbeiðinum um at kunna um menniskjarættindi og at minna fólk á týdningin av at hava hesi.

 

Human Rights Tattoo hevur ferðast kring heimin síðan 2012, og tey halda á til allir 6773 bókstavir eru komnir á húð.

 

Hugskotið kemur frá hollendska Sander van Bussel, sum er listamaður og partur av Tilburg CowBoys, sum arbeiða við fleiri sosialum verkætlanum. 

 

Til ber at síggja allar 1830 tatoveringarnar av teimum 6773, sum longu eru lidnar HER.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.