AVE á G!

AVE á G!
Í gjár kunngjørdi G! festivalurin, at AVE verður á festivalskránni í ár.
26.06.2014 - 22:00

AVE gav fyri stuttum lagið ”Arr” út, og í seinastuni hevur tað verið nógv spælt í útvarpinum. Skjótt fara festivalgestirnir á G! at hava møguleikan at hoyra teir live.

 

AVE er mannað av Benjamin Petersen og Petur Pólson. Teir hava samstarvað síðani 2010, og síðani tá hava teir latið fleiri stakløg frá hondum, millum annað Jól For Fanin.

 

Umframt stakløgini, hava teir báðir eisini samstarvað við fløguútgávum.

 

Onnur útgávan er “Transit” hjá Petur Pólson, sum Benjamin framleiddi, skrivaði løg til og var tónleikari á, og hin er “Ghost With Skin” hjá Benjamin, sum Petur skrivaði tekstirnar til. 

 

Hoyr løgini Øskuhavn og Oyðin. Petur syngur “Øskuhavn” og Benjamin “Oyðin”.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.