- Tíðindi, mentan og ítróttur
Malk de Koijn fluttir oman á Sandin

Grundin bleiv fyri stuttum prydd við eyðkenda danska hiphop-bólkinum, Malk de Koijn. Men tá almenna skráin kom út í dag, sást, at Malk de Koijn heldur spæla á Sandinum enn Grundini.
Orsøkin til tess eru herd basskrøv frá donsku rapparunum. Høvuðspallurin á sandinum kann bjóða væl betri tøkniliga útgerð enn Grundin kann.
- Vit hava annars fingið ótrúliga nógvar og góðar afturmeldingar um Malk De Koijn, so vit eisini noyðast at staðfesta, at Grundin er í minna lagið til teirra, sigur Rasmus Borðoy í tíðindaskrivi í dag.
Dreingirnir úr Malk de Koijn hava í 20 roynt nógvar pallar gjøgnum teirra leið. Í 2012 spældu teir á Orange Scene á Roskilde Festivalinum. So tað er ikki løgið, at teir hava nøkur smærri krøv.
Tue Track, Geolo G og Blæs Bukki eru nøvnini handan bólkin. Teir hava verið stillir seinastu árini, men í 2009 trinu teir á pall á Roskilde Festivalinum, og 2 ár seinni kom fløgan, Toback to the Fromtime, út.
Øll skráin til G! er her
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




