- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pakkilisti: Hvat skal eg hava við á G!?

Fert tú á G! nú, men stendur tú enn við sveittanum perlandi eftir høvdinum yvir festivaltaskuni, tí tú ikki heilt veitst, hvat tú skalt hava við?
Stúr ikki!
Her er ein listi við teimum tingunum, tær tørvar, onnur enn tey sjálvsøgdu tingini sum t-shirts, undirbuksir og pengapungin.
Praktiskt til campin:
Telt, soviposa og undirlag - hetta verður títt heim í 4 dagar.
Festivalstólar og evt. borð
Gaffatape - okkurt brotnar altíð, og tað er einki, tú ikki kanst fiksa við gaffatape!
Flagg + stong - pryð um tín camp við heimagjørdum flaggi. So veitst tú eisini altíð, hvar tú byrt.
Anlegg og tlf/iPod við feitum tónleiki
Ymiskt:
Bilførara - finn ein bilførara, sum kann koyra teg til og frá Gøtu, praktiskt! Ella tak sjálv/ur bilin við, og lat hann standa nærendis.
Toilettasku - tannbust, bind, medicin, strepsils, turrsjampo etc.
Vátserviettar og desinfektión - lætt og skjótt at vaska sær um hendurnar við.
Hítir - tú veitst aldrin!
Oyraproppar - um tú hevur ringar svøvngávur ella sørt oyru til konsertir
Myndatól - fanga tíni minnir á myndum, so halda tey longri! Brúka eitt einnytismyndatól, um hitt er ov riscy fyri teg.
Bólt til ultimativa festivalspælið: Ølbowling
Mat og drekka
Dósamat - tun, makrel
Breyð og pálegg, turran fisk etc.
2 rammur av øl, cider og 3-4 fløskur av brennivíni - minst?
1 rammu av sodavatni - til bland og tað er eisini betri at vakna upp til sodavatn enn til øl.
Klæði
Ein kepp ella hatt er næstan eitt must á festivali
Gummistivlar - um tað regnar, kemur tú at ganga í runu!
Regnklæði/regnskjal
Svimjiklæði - til heita pottin, um tú ætlar tær har
Handklæði
Føroyska troyggjan - tað er eftir hondini næstan vorðið obligatoriskt at hava eina bundna føroyska troyggju við á festival í Føroyum.
G! armbandið/atgongumerkið
-
Og tað viktigasta: TAÐ GÓÐA LAGIÐ OG SMÍLIÐ :-)
Tips: Grava eina lítla rennu runt um títt telt, tí um tað fer at regna, kann rennan bjarga tær frá einum vátum morgni dagin eftir.
Eitt lítið svimjibassin (frá BR t.d.) er ideelt til at fylla vatn í til at halda drekkivørurnar frískar og kaldar.
Hevur tú nakað øðrvísi á tínum pakkilista, ella okkurt, vit hava gloymt at skriva her?
Góðan pakkihug og góðan festival, vit síggjast á G!
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




