Voxpop: - Hvat halda festivalgestirnir um skránna á G!

Sól og summar á G! 2013
Voxpop: - Hvat halda festivalgestirnir um skránna á G!
G! festivalurin hevur altíð lagt stóran dent á tónleikin og verður av mongum sæddur sum tann alternativi føroyski festivalurin. Men hvat halda festivalgestirnir um skránna í ár?
16.07.2014 - 16:30

Hugin Bjørnsson Knudsen, 19 ár

 

Hvat heldur tú um skránna hjá G! festivalinum í ár sum heild?

- Skráin er pissihamrandi feit!!

 

Hvat gleðir tú teg at hoyra?

- Hmm, eg gleði meg nokk allarmest til at hoyra Malk De Koijn!

 

Nógvar meiningar hava verið um høvuðsnavnið Sister Sledge. Hvat heldur tú um tað?

- Eg kenni ikki rættiliga Sister Sledge, men eg haldi yvirhøvur tað er eitt sindur moðið, tá óaktuellir bólkar gerast høvuðsnøvn.

 

Snýr G! seg fyri teg mest um tónleikin, stemningin ella ballið?

- Øll trý 100%!

 

Kolbrún í Haraldsstovu, 22 ár

 

Hvat heldur tú um skránna hjá G! festivalinum í ár sum heild?

- Eg plagi at kenna fleiri útlendsk nøvn á skránni, enn eg geri í ár. Eg eri glað fyri, at tað er gott borðreitt við føroyskum nøvnum, men haldi, at vælumtókt útlensk nøvn mangla í ár.

 

Nógvar meiningar hava verið um høvuðsnavnið Sister Sledge. Hvat heldur tú um tað?

- Eg má siga sum er, at eg kenni bara tann eina sangin hjá teimum “We Are Family” , so tær siga mær ikki so nógv.

 

Snýr G! seg fyri teg mest um tónleikin, stemningin ella ballið?

- Heilt víst um tónleikin og stemningin. Eg royni altíð at fáa so nógvan tónleik við sum gjørligt. G! er tann upplagdi festivalurin at møtast við øllum vinfólkunum, sum eisini hava verið uttanlands og lisið!

 

Ingvard Poulsen, 23 ár

 

Hvat heldur tú um skránna hjá G! festivalinum í ár sum heild?

- Eg eri sera væl nøgdur. Har eru nógv spennandi nøvn á plakatini í ár, bæði útlendsk og føroysk, gomul og nýggj.

 

Hvat gleðir tú teg at hoyra?

- Eg gleði meg allarmest til at hoyra legendarisku pionerarnar innan danskan hip hop, Malk de Koijn, og so í Grundina aftaná at dansa til tungu dub rútmirnar frá Alpha Steppa. Eg gledi meg eisini til at hoyra, hvat nýtt rørir seg á tí føroyska tónleikapallinum sum til dømis Sakaris, The Absent Silver King og Orka.

 

Nógvar meiningar hava verið um høvuðsnavnið Sister Sledge. Hvat heldur tú um tað?

- Eg eri ógvuliga spentur at hoyra Sister Sledge leygarkvøldið. Eg veit ikki, hvat eg vænti, men eg vóni, tað verður eitt funk-brak og eitt stórt ball. Eg verði í hvørtfall the greatest dancer á Gøtusandi.

 

Snýr G! seg fyri teg mest um tónleikin, stemningin ella ballið?

- Fyri meg er G! Ein blanding av øllum trimum. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.