- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øl-bowling: - Tú sært ikki gott út, drekk tveir smakkir!

- Vit liggja greitt á odda, haldi eg. Vit milt sagt hølva teir av. Hey tú? Luktar tú hatta har?.... Hatta luktar av tapara – áhnei, hatta var bara mótstøðuliðið!
Hetta sigur Teitur, sum á G! teltøkinum situr og spælir ølbowling við fleiri øðrum. Men mótstøðuliðið tekur ikki undir við hesum pástandinum, og svarar aftur:

- Jamen hatta eru sjálvandi undirlutakenslur. Teitur veit væl av, at eg eri toppskorari í dag. Eg havi sitið her líka síðan, vit byrjaðu, og eg fari at sita her, til vit enda. So eg rokni við, at hann fer at fáa sær eina lítla avbjóðing, nú tá eg komi í mítt ess! Sigur Bjarni, meðan hann heldur í bóltinum, klárur til at bowla.
Spælið er einfalt. Tvey lið við tveimum persónum sita yvir av hvørjum øðrum við hvør sínari øl millum seg. Hesa øldósina skal mótstøðuliðið royna at koppa við at “bowla” bóltin á hana.
Koppar hon, skal liðið, sum eigur dósina, botna! Men tað, sum gevur spælinum lív, er dómarin. Dómarin er hægsta rødd og ræður sjálvur yvir, hvat skal henda. Leikararnir skulu spyrja um loyvi til alt, teir gera. Um onkur skal pissa ella festa sær í eina sigarett, ja so skal dómarin vátta tí – annars verða tað straffsmakkir!
- Sum dómari havi eg loyvi til at geva allar møguligar straffar. Um eg ikki dámi frisuruna hjá einum persóni í dag, so kann eg geva honum ein straff, sigur dómarin, Áki.
Hetta valdið er dómarin ikki bangin fyri at gera gagn av:
– Teitur, tú sært ikki gott út í dag, drekk tveir smakkir! krevur hann.
Sum reglurnar siga, so skal dómarin hava eitt ordiligt dómaranavn. Dómaranavnið hjá dómaranum í dag er einki minni enn Kim Jong-Un. Hetta hevur hann valt sær, tí hann meinar, tað vísir disiplin, so at leikararnir respektera hann og akta.
Nógvar ymsar stuttligar og løgnar reglur eru. Her kanst tú lesa allar reglurnar.



Myndir: Tróndur Dalsgarð
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




