10 ára gamlir festivalgestir: G! er ikki bert ein festivalur til ung og vaksin

10 ára gamlir festivalgestir: G! er ikki bert ein festivalur til ung og vaksin
Fólk streyma í oman og niðan og hýrurin er góður; G! Festivalurin er av álvara skotin í gongd. Við eitt av borðunum í hugnaliga festivaløkinum sita tveir 10 ára gamlir dreingir, sum lata framúr væl at G! festivalinum.
18.07.2014 - 21:30

-Tað er mega stuttligt á G! Tónleikurin og maturin er góður, men tað besta eru altso teir heitu pottarnir, har eru vit næstan allatíð.

 

Blaðungu dreingirnir vitja G! festivalin saman við foreldrum teirra, og siga, at festivalurin hevur eina rúgvu at bjóða familjum.

 

-Vit eru farin á G!, fyri at hugna okkum saman við familjuni og vinum. Men sjálvandi eisini fyri tónleikin og festivalin sum heild.

 

Meðan eg siti og práti við dreingirnar, kemur mamma teirra við lekkrum festivalmati. Tá sigur ein teirra:

-Yes! Eitt tað besta á G! er maturin, deiligt at fáa okkurt annað, enn tað vit fáa heima.

 

Foreldrini at dreingjunum lata eisini avbera væl at festivalinum, og halda eisini, at G! er egnað familjum við børnum.

 

-Tað eru flest ung og vaksin á G!, men hóast alt eru fleiri barnatiltøk fyriskipað. Dreingirnir elska lívliga huglagið á G!

Soleiðis sigur mamma teirra um festivalin.

 

 

Sambært ungu festivalgestunum og foreldrum teirra, er G! als ikki bert festivalurin til ung og vaksin, men sanniliga eisini ein hugnaligur familjufestivalur.

 

Sí myndirnar niðanfyri av børnum og familjum á G!

Hanna Vang hevur tikið myndirnar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.