- Tíðindi, mentan og ítróttur
Humans of G!

Magnus Madsen:

- Eg var á Roskilde í summar - Magnus Madsen eiti eg - tað var ordiliga skeg. Men alt luktaði av piss, og mann bleiv kókaður í teltinum av sólini. Tað bleiv for nógv, og so gekk eg og luktaði av piss uttan at kenna nakran. Tá tú kemur inn til G! eru fjøll við síðurnar av tær, eg eri jú ein náttúrumaður. Stemningurin er øðrvísi her, eg dugi ikki at forklára tað; mann kennir bara øll, og her er so føroyskt.
Minna Christiansen:

- Her eru ræðuliga nógvar likkur, sum hava roynt at skvett á mítt telt, og tað er nokkso keðiligt, tá mann vaknar, at bara síggja likkuskvett allastaðni!
Maria Guldborg:

- Eg svav hjá mínum sysktinabarni, tí hon skuldi í summarhús. So tá eg komi heim aftur, fái eg at vita, at tann eini drongurin í okkara camp, simpulthen hevur spýð yvir alt teltið, og hann hevur bløtt nasablóð. Og so liggur hann á einum stóli um morgunin og svevur við sólbrillum og einari reyðari eygnabrúgv, tí fólk høvdu maksað hann til við spritttusch. Vit blakaðu hann niður í veitina – so kann hann læra tað!
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




