Humans of G!

Humans of G!
Við inspiratión frá "Humans of New York", fóru vit ein túr á teltøkið at vita, hvat festivalgestirnir høvdu upp á hjartað.
19.07.2014 - 13:45

Elin Tóra Guldmann og Sunniva Holm Poulsen:

- Vit eru akkurát í aldrinum, har vit skulu finna út av, hvat vit vilja við lívinum. Men vit føla bara, at fyri hvørt ár, sum gongur, so blívur mann bara eldri og eldri, og mann kemur ikki ordiliga til eitt stað, har tað kemur nakað úrslit. Men tá vit so síggja tey, sum er yngri enn vit, so eru vit allíkavæl glaðar fyri, at vit eru komnar tað pettið víðari. Vit eru ikki so forvirraðar longur, sum vit vóru, tá vit vóru 16. Nábúgvarnir hava ballast síðan klokkan 12, og teir eru skítfullir, sjálvt um teir bara hava drukkið tvær øl!

 

Jákup Larsen:

- Skal eg fortelja tær, hvat gleði er? Gleði er at vera nøgdur, positivur og at tosa við fólk, sum mann ikki hevur sæð fyrr. G! festivalurin er upplagdur til at tosa við fólk, mann ikki hevur sæð fyrr, og hetta skal mann gleðast yvir!

 

Ari Joensen:

- Hetta er fyrstu ferð eg eri á G!, og tað er fantastiskt. Hetta er eitt tað besta, eg havi verið til leingi!

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.