- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ger eplasalat fyri 300.000

Kickstarter.com er ein heimasíða, har fólk kunnu hjálpa til at fíggja ymiskar verkætlanir. Alt frá troyggjum til telduspøl hevur fingið fígging á Kickstarter. Zack Danger Brown hevði ongantíð fyrr gjørt eplasalat, men hann hevði eitt mál, hann vildi hava $10 so hann kundi gera eplasalat.
$55.492, ella 308.000 krónir, bleiv so endaliga upphæddin sum Zack skuldi gera eplasalat við. Tey næstan 7.000 fókini, sum hava játtað pening til verkætlanina, fáa tíverri einki eplasalat afturfyri. Millum annað, far onkur ein hatt, meðan onnur fáa ein smakk av eplasalatinum. Pengarnir fara tó ikki heilt til spillis, Zack fer at skipa fyri ”Potatostock 2014”, ein stór, ókeypis konsert, har vinningurin fer til vælgerandi endamál.
Sí eisini sjónabandið, har Zack greiður frá eplasalatinum.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




