- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómurin stórtrívist á Summarfestivalinum

Ofta verður Summarfestivalurin bólkaður sum 'familjufestivalurin', men hesum heitinum standa fleiri av ungu festivalgestunum ikki við. Sambært teimum, er Summarfestivalurin ein festivalur til øll - eisini tey ungu.
Í einum heilt lítlum, bláum tjaldi, sum stendur í einum hava í Klaksvíkini, húsast tríggjar ungar gentur, sum stórtrívast á Summarfestivalinum.
-Summarfestivalurin er altso ikki bara ein festivalur til familjur! Tá øll tey 'gomlu' eru farin heim, tá byrjar ballið. Men slett ikki tað, tað er eisini hugnaligt at hitta familjur við barnavognum. Onkursvegna minnir Summafestivalurin rættiliga nógv um Ólavsøkuna, tú veit, her eru eisini básar við ymsum undirhaldi, tombola osfr.
Men sum vit øll vita, so er Ólavsøkan fyri øll.
Soleiðis lýsa vælhýrdu genturnar Summarfestivalin.
-Vit yvirnátta í tjaldi í einum hugnaligum hava tætt við festivaløkið. Tey flestu flenna tá tey síggja okkara super lítla tjald, men tað gert ikki við, vit hugna okkum so heilt sikkurt. Tað er ikki so umráðandi hvar tjaldið stendur, tað er meira umráðandi at hava tað skeg.
Havabúgvarnir lata væl at tónleikinum í ár, men leggja afturat, at tær ikki eru her fyri tónleikin eina.
-Sjálvandi er tað feitt, at tónleikurin er góður, men tað er so heilt sikkurt stemningurin og festivalurin sum heild, sum hevur drigið okkum norður til Klaksvíkar.
Ungu genturnar njóta festivalin fult út, tí hetta er seinasti festivalur áðrenn summarferian er av.
Sí myndir av vælhýrdum ungdómi á Summarfestivalinum niðanfyri:








|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




