- Fokk hatta var gott!

Dee Snider og Jay Jay French framman fyri fjøldini
- Fokk hatta var gott!
Enn eina ferð kláraði Summarfestivalurin at hála eitt gamalt navn úr skuffuni, sum endaði við at yvirtaka fjøldina, nemliga tá Twisted Sister fór á Vágsbø.
08.08.2014 - 13:15

- Teir eru so gamlir og kulir, pínadoyð, maðurin er 60 ár!

 

Orðini eigur Charlotta Joensen, sum saman við Astrid Gaardlykke og Beintu Vilmundsdóttir stóð fremst til konsertina. Sambært teimum hava tær altíð verið fjepparar, og tað var ikki sørt, at Beinta græt, tá The Price bleiv spældur.

 

- Far inn á youtube, lurta eftir sanginum og les tekstin ímeðan. Hevur tú nakrantíð gjørt nakað skeivt í tínum lívi, so skera orðini í títt hjarta.

 

Hóast Twisted Sister í ár hátíðarhalda 30. árið, síðan plátan Stay Hungry kom út, so vóru teir í toppformi á stóra pallinum á Vágsbøi. Forsangarin Dee Snider var ikki bangin fyri at staðfesta, at teir eru komnir upp í árini, men tað skuldi ikki forðað nøkrum aldursbólki at lurtað eftir teirra tónleiki.

 

- This is to all our original fans, ‘cause we’re not old, we’re original. And to all the kids who have showed up with their moms and dads today. You Faroese parents are doing it right!

 

Yvir allan bøin høvdu foreldur nemliga sett teirra børn á herðarnar, fyri at tey kundu síggja rokk-ikonini live, og børn heilt niður í seks ára aldur sungu saman við foreldrunum, tá fokkjúfingurin hjá forsangaranum fór í loft við orðunum “Shoot ‘em down, shoot ‘em down”. Og tað er júst tað, ið sambært heavy metal bólkinum skal til í dagsins uppaling.

 

- If you’ve never fucked up as a parent, you’re doing it wrong.

 

Sjálv komu fleiri av okkum 20-ára gomlu til konsertina uttan at vænta nakað, men sum øll onnur vórðu eisini vit tikin á bóli av, hvussu væl eydnað konsertin var, og hvussu gott lag var á fjøldini. Ella, sum fólk á bønum tóktust vera samd um, tá konsertin var liðug:

 

- Fokk hatta var gott.

 

Hvat annað kann mann siga um ein 59-ára gamlan mann, sum fekk kongabláar trussur kastaðar eftir sær á pallinum?

 

Síggj myndir frá konsertini her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.