SF: Hvat halda festivalgestirnir?

SF: Hvat halda festivalgestirnir?
Festivalgestirnir hava ymiskar meiningar um Summarfestivalin 2014.
09.08.2014 - 23:15

 

Katrina Thomsen og Ingrið Johannesen búgva báðar á tjaldingarøkinum. Tær eru avbera nøgdar við Summarfestivalin.

 

 - Hýrurin er góður og fjølbroyttur tónleikur. Tað ger eisini at ymsar typir eru á festivalinum. Tað er ordiliga gott. Øll eru ordiliga við uppá tað, sigur Katrina. 

 

Ingrið tekur undir við henni, men hevur tó eina lítla við merking til matin.

 

 - At lagið er gott, ger festivalin ordiliga góðan, men eitt sindur fleiri pitsa-støð hevði ikki verið so galið, sigur hon.

Heini Eliasen og Fróði Nielsen búgva á campingarøkinum. Bólkurin, sum teir hava glett seg mest til, er Dynamit, sum spældi fríggjakvøldið.

 

 - Skráin er ordiliga góð. Dynamit, sum var í gjár, var tað, sum vit hava glett okkum mest til. Vit hava í øllum førum eitt sindur ilt í hálsinum í dag, sigur Heini við einum smíli.

 

Teir báðir halda, at teir tríggir dagarnir á Summarfestivalurin eru teir bestu av árinum.

 

 - Stemingurin er ordiliga góður og nøvnini eisini. Summarfestivalurin er hæddarpunktið av árinum fyri okkum, sigur Fróði. 

 

Teir leggja afturat, at tað hevði verið deiligt við góðum veðri hetta leygarkvøldið eins og undanfarnu dagarnir. Teir eru tó greiðir yvir, at teir ikki kunnu biðja Summarfestivalin um tað.

Josefina Prestá og Ata Joensen hava koyrt í millum bæði hóskvøld og fríggjakvøld, men í nátt sova tær í Klaksvík. Tær eru ikki so glaðar fyri skránna á Summarfestivalinum í ár. 

 

 - Skráin er ikki so góð, sum hon hevur verið fyrr. Tey føroysku nøvnin eru betur enn tey útlendsku, sigur Josefina.

 

Ata er einig. Hon vil tó vera við, at fólk fara á Summarfestivalin hóast útlendsku nøvnini kanska ikki eru so góð.

 

 - Eg haldi, at tey kundu havt okkurt ordiliga kent navn við, so kanska enn fleiri høvdu komið. Men fólk koma jú allíkavæl fyri at møta øðrum fólki.

 

Tær báðar eru einigar um, at Summarfestivalurin kundi sett fleiri vesi-básar. Tær hava havt trupulleikar við at finna ves. 

Andri Benjaminsen og Helgi Johannesen eru báðir sera nøgdir við Summarfestivalin. Teir eru tó ósamdir um skránna.

 

 - Eg haldi at skráin er rættiliga góð í ár. Twisted Sister og Burhan G dámar mær best, sigur Andri.

 

Hesum tekur Helgi undir við, men heldur samstundis at skráin kundi verið betur.

 

 - Skráin er fínastaslag, men eg sakni onkur betur og kendari nøvn, sigur Helgi.

 

Teir halda báðir tveir, at Anne Linnet mest er til foreldrini.

Ása Egilstoft Nielsen og Ellindur Johansen halda festivalurin hevur verið ordiliga góður.

 

 - Her hava verið nógvir góðir bólkar, veðri hevur verið deiligt og fólkini eru í góðum hýri, sigur Ása.

 

Hon heldur tó, at maturin í summum førum er eitt sindur for dýrur.

 

 - Til dømis kips við kebab er eitt sindur dýrt í mun til, tað mongdina av matið man fær, sigur hon. 

 

Sammanumtikið eru tey bæði Ása og Ellindur tó heilt nøgd við festivalin.

 

Á campingøkinum húsast Katla Heðinsdóttir og Sonja Kristoffersen, og tær halda, at tað er tað besta við festivalinum.

 

 - Festivalhýrurin er góður og nógv góð føroysk nøvn. Campingøkið er tó tað besta: at sita har og hugna sær og syngja, sigur Katla.

 

Tær halda, at festivaløkið kundi verið eitt sindur meira spennandi.

 

 - Tað er ordiliga gott, at man kann keypa øl og spæla alt møguligt, men man saknar fleiri barrir - og ves!, sigur Sonja, og Katla nikkar játtandi.

 

Skuldi alt verið ordiliga gott, so halda tær, at niðanbrekkan niðan til húsini hjá ommu Katlu skuldi javnast við jørð. So hevði alt verið ordiliga deiligt!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.