- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smakka heimin í Keypmannahavn
Smakka heimin í Keypmannahavn
Skipað verður fyri gøtufestivali á Prags Boulevard á Amager. Endamálið er at hátíðarhalda ymsu mentanirnar í Danmark.
23.08.2014 - 13:30
Møguleiki er fyri at uppliva alskyns mentanir á Prags Boulevard í dag, tá ársins "Smakka Heimin"-festivalur fer av bakkastokki. Tað er Beskæftigelses- og Integrationsforvaltningen og Copenhagen Cooking, sum skipa fyri.
Nógv er á skránni hendan festivalin. Á gøtuni eru nógvir básar, har festivalgestirnir millum annað kunnu fara inn at keypa sær at eta, fáa henna-tatoovering ella læra at seta eina turban. Eisini er tónleikur og dansur á skránni.
Festivalurin heldur fram til kl. 21 í kvøld. Ókeypis atgongd.
Síggj skránna her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |