- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øko-vika í Danmark
Í døgunum 30. august til 7. september verður tann sokallaða øko-vikan í Danmark, sum den Økologiske Landsforening skipar fyri. Nógv tiltøk eru á skránni.
Endamálið við vikuni er at varpa ljós á teir fyrimunir, ið eru við vistfrøðiligari framleiðslu av mati fyri okkum menniskju, djórini og umhvørvið. Og samstundis at geva fólki møguleika at fáa innlit í, hvat vistfrøði er.
Aftanfyri heitið vistfrøði liggur tankin um eina grundleggjandi virðing fyri tí natúrliga. Hetta inniberð at djór, plantur og grønmeti á vistfrøðiligum gørðum búnast eftir natúrligu gongdini uttan kunsttøð og sproytievnið. Djórini sleppa út at vera, tá árstíðin vil lova tí, og hava eitt størri umráði at røra seg á. Vistfrøðiligur matur verður harafturat framleiddur uttan íblandingarevni, so sum lit-, bótar- og haldevni.
Kring alt landið vera ymisk tiltøk í samband við vistfrøðiligu vikuna.
Millum annað er møguleiki fyri at vitja vistfrøðiligar garðar og síggja, hvussu framleiðslan av mati fer fram. Vínsmakking, dokumentarur um burðardygd og vistfrøðilig matgerð í náttúruni eru eisini partar av samlaðu skránni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |