Túrur til Nólsoyar

Turran fisk í Nólsoy
Túrur til Nólsoyar
“Mann er alt ov sjáldan á Nólsoynni”, hugsaði eg í góðveðrinum í gjár. Hóast sólin altíð sýnist skína longri á Nólsoyar bygd, og tað einans tekur 20 minuttir at sigla úr Havnini, er Nólsoyggin ikki staðið, eg sjálv hugsi um, tá eg vil ein túr út á bygd.
29.08.2014 - 12:00

Púra spontant gjørdu eg og ein vinkona av at fara við Ternuni aftaná arbeiðstíð.

 

Vit smurdu okkum matpakkar heimanifrá og fóru við bátinum kl. 16.20. Tá vit komu í land, var tað mesta stongt, men vit fingu tó keypt tað týdningarmesta í Handlinum -  sunkist, vatn og Club. Síðani funnu vit okkum ein góðan bonk at eta matpakkan, meðan sólin bakaði niður á okkum. Tá turri fiskurin var etin, fóru vit ein gongutúr runt í bygdini. Ætlanin var at fara heim við Ternuni kl. 19.25, so teir longu túrarnir máttu bíða til eina aðraferð. 

 

Um 19 tíðina, tá vit so spakuliga gjørdu okkum klárar at fara heim aftur, hoyrdist øgilig málageipan í bygdini. Tá høvdu um 10-15 ungdómar leitað sær oman á bryggjuna at svimja

 

í sjónum. Nøkur teirra lupu útí frá bryggjuni tætt við Kunningarstovuna, svumu heilt yvir til Malarenda og vóru úti í inntil sólin hvarv afturum skýggini. Ikki sum vit havnafólk, ið halda tað vera stóra ting, um vit klára at hoppa úti.

 

Vit skuldu fara heim kl. 19.25, men mongum brestir ætlan. Eg hevði sjálvandi lisið ferðaætlanina skeivt, so vit sluppu ikki við Ternuni fyrr enn kl. 22.20. Tað vísti seg tó at vera gott, tí hvørgin okkara hevði fingið nokk av oynni enn. Vit nýttu tað seinasta av sólini og vøkru náttúruni, og tá tað bleiv ov kalt, fóru vit inn í Kaffistovuna at verma okkum. Inni á kaffistovuni kanst tú m.a. keypa tær okkurt drekkandi, toast, hot dogs og góðgæti, umframt at tey vístu Champions League dystin millum Arsenal og Besiktas. Hvørjum øðrum hevur tú brúk fyri?

 

Tá vit høvdu fingið hitan aftur, gjørdu vit umsíðir klárt at fara til Havnar, og sum vit sótu í skýmingini og bíðaðu eftir bátinum, komu vit ásamt á, at vit kundu væl hugsað okkum at búð í Nólsoy. Tað er ein friðsæl, hugnalig og fantastiska vøkur oyggj, og út frá túrinum í gjár sýnist sjálvt ungdómslívið í bygdini at standa í blóma.

 

Samanlagt vóru mínar útreiðslur hendan túrin 67 krónur, sum er ógvuliga lítið fyri ein tann besta túrin, eg havi verið hetta summarið.

 

Tá tað er sagt, vænti eg, at túrurin hevði verið enn betri, um vit høvdu verið betur fyrireikaðar. So høvdu vit t.d. vitað, at Kunningarstovan og Heimavirkið lata aftur kl. 17, og kanska høvdu vit eisini tikið svimji- og handklæði við.

 

Um tú eisini hevur fingið tað framúrskarandi hugskotið at fara til Nólsoyar, burdi tú:

 

- Vitjað hugnaligu Kunningarstovuna, sum m.a. selur leskiligar vafflur

- Vitjað Heimavirkið

- Vitjað heimligu Kaffistovuna 

- Vitjað nýggju kaffistovuna Maggie’s

- Gingið niðan á Eggjaklett

- Gingið vakra túrin út á Borðuna

- Vitjað Korndal, har skotsk prinsessa sigst at hava búð

- Gingið út á Stongina


Síggj myndirnar frá túrinum her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.