- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gerandissøgur, sum ikki tola dagsins ljós
- “Áh! At kunna bjarga øllum heiminum – bæði børnum og djórum.” Saftigir dreymar um lekkur mannfólk. Avbjóðingin at fara á vesi uttan at tað hvørki skal hoyrast ella luktast. Ynskið, um at kunna melda seg sjúka fyri at fáa ta umsorganina, sum onnur altíð skulu hava frá tær. Børnini skulu vera bæði hjá mammu og hjá babba, og ræðslan kann vera stór fyri at fáa vitjan, tá alt húsið flýtur, og eingin matartugga er í húsinum.
Soleiðis greiða fyriskipararnir frá leikinum Orsaka!, sum við ironi og skemti tekur hond um vælkendar støður, sum tey flestu hava upplivað. Beinta Clothier, Jensina Olsen og Gunnvá Zachariasen framføra leikin, sum verður sýndur fyri fyrstu ferð í kvøld.
Handritið hevur danska Kamilla Wargo Brekling skrivað í 2005, og leikurin hevur verið framførdur í nógvum donskum leikhúsum. Marita Dalsgaard hevur týtt og leikstjórnar, nú leikurin skal pallsetast í Føroyum fyri fyrstu ferð.
Týsdagar, mikudagar, hósdagar og fríggjadagar verður leikurin framførdur kl 19.30, og um vikuskifti eru sýningarnar kl 18.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |