Humans of MíttLand

Humans of MíttLand
Við íblástri frá "Humans of New York", hevur Röddin spurt festivalgestir á MíttLand hvat teir hugsa um og hava uppá hjartað.
06.09.2014 - 22:30

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Bjarni 21 ár

- Also hetta her við at av tí at Danmark er so forbiðið slætt, so alt sum tú skalt ganga til, tú sært alt allastaðni frá, so um tú skalt ganga til okkurt, og so sært tú tað í horisontinum onkustaðni og hugsar “á hatta er onki at ganga”. So gongur tú ímóti tí, tú hugsar "á hatta tekur fimm minuttir", men tað tekur ein hálvan tíma. Og tað versta av øllum er, at tú sært akkurát sum eitt logo onkustaðni, DR byen til dømis, eg gekk har í gjár, og eg hugsi “á ja, men hatta tekur fimm minuttir”, men man blívur við at ganga, og tað minkar ikki – tað blívur við at vera líka fokking langt vekk. Tað er tað, sum eg hati í Danmark – annars dámar mær tað ókey.

 

 

Birita, 23 ár

- MíttLand er øgiliga gott, men eitt negativt, tað er at ljóðroynd er, meðan at ein spælir á lítla palli, og tað órógvar – annars er alt øgiliga gott, super. Festlig fólk. Nú hugni eg mær, eg fari ikki at hugsa um skúla, lektiur, eg fari ikki at hugsa um praktikkina. Eg hugsi bara um mítt land.

 

 

Bárður Fríði, 21 ár

- Eg hevði ynskt, at ein ikki skulda inntaka alkoholið fyri at blíva ávirkaður.

 

 

Myndir: © Sonja Wang Hansen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.