Röddin kannar: Hvat hevur fólkið í taskuni/lummunum

Röddin kannar: Hvat hevur fólkið í taskuni/lummunum
Hvat er týdningarmiklast at hava við á ein festival? Röddin hevur lúrt niður í tasku og lummar á fólki, sum eru á MíttLand.
06.09.2014 - 22:00

Röddin hevur prátað við festivalgestirnar á MíttLand um, hvørjar sakir tey mugu hava á sær, tá tey eru á festivali.

 

 

 

 

 

 

 

Maria Vang, 23 ár

 - Eg má hava varrastift, tí tað er gott fyri útsjóndina. Løðarin havi eg á mær, tí at mann ikki fær fatur á fólki, um fartelefonin gongur út fyri streym. Stimorol tyggigummi er til øll hini, um mann til dømis hevur etið hvítleyk. Tað týdningarmiklasta er tó løðarin, heldur hon.

 

 

Hørður Mohr, 21 ár

 - Ølina má man altíð hava. Tað fylgir við á einum góðum festivali, at hava eina øl at drekka millum vinir. Tað ger lagið betur. Seinni á kvøldið eru tað skotini, tá meira ferð skal á, og mann skal vera meira við uppá tónleikin. Og so telefonin. Tú fert ikki nógva staðni í dag uttan eina telefon. Tað er so tað, eg altíð havi við á festival. 

 

Birita Poulsen, 20 ár

- Mappuna má eg sjálvandi hava við fyri at kunna gjalda fyri tað, eg keypi. Næst tí kemur telefonin. Hon er týdningarmikil, tá man skal ringja til onkran. Feittstiftuna hava eg altíð hjá mær og eisini á festivalinum. 

 

Annika Sigurðsdóttir, 19 ár

- Mappuna sjálvandi tí, at har eru pengar í. Telefonina má eg hava fyri at sleppa á instagram, snapchat og alt hetta her. Cider.... Alkohol. Tað fylgir við einum festivali. Taskan hjá mær er akkurát líka sum taskan hjá Hermione frá Harry Potter. Hon sær ikki út av nógvum, men har passar alt í. Einaferð hevði eg eina vodkafløsku í, tvær cider, mappuna og telefon í. Mann sleppur altíð inn á festivaløkið við alkoholinum av tí sama. Vaktirnir kanna ikki eftir, tí teir halda ikki nakað passar í. 

 

 

Myndir: © Sonja Wang Hansen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.