Til tey svongu: Maturin á MíttLand

Til tey svongu: Maturin á MíttLand
Röddin hevur kannað matúrvalið á MíttLand, um svongdin skal mettast í skýmingini á Amager.
06.09.2014 - 19:15

Röddin hevur vitjað teir fýra básarnir við mati á MíttLand. Hvør máltíð fær 1 til 5 R, alt eftir smakki, útsjónd og prísi. So um svongdin byrjar at gera um seg, ber til at fáa sær íblástur úr myndum og teksti niðanfyri um ymisku rættirnar, sum verða borðreiddir á MíttLand.

 

 

 

 

 

 

Gastrotrucken

 

 

Confit de canard-baguette

Úr innbjóðandi Gastrotrukkinum fingu vit Confit de canard-baguette við dunnu, súltaðum reyðleyki, sinnopskrem, og rukola. Kostnaðurin er 60 kr fyri hesa máltíð, og Röddin heldur, at her fær man nakað fyri pengarnar. Tvíflísin fangaði beinanvegin eygað við litríka reyðleykinum ovast, og útsjóndin snýtti ikki. Röddin heldur hetta vera eina sera leskiliga festivalmáltíð.

 

 

Deluxe toast

Gastrotrukkurin hevði eisini Deluxe Toast á matskránni, ið er ein heldur forkunnug og peppað útgáva av einum vanligum toasti. Ímillum skorpufríu breyðflísarnar er vesturhavsostur, serrano skinka og trøflumajones. Henda hóskar væl til tey, ið ynskja ein toast út yvir tað vanliga. Fyri ein slíkan toast skal ein geva 45 krónur, sum Röddin metur er eitt vet høgt, eftirsum ein ikki verður heilt mett/ur av einum toast.

 

 

Fiskasuppa og Chili con carne

 

 

Fiskasuppa

Føroyski kokkurin Jan Petersen, eisini kendur sum Pylsu-Jan frá Primafisk, borðreiddi við fiskasuppu. Í suppuni eru bitar av fiskapylsu frá Primafisk, sum er framleidd í Føroyum. Röddin heldur at fiskasuppan smakkar væl, tó var hon køld. Fiskasuppan er ein av teimum SU-vinarligu rættunum og fæst fyri 30 krónur.

 

 

Chili con carne

Gert Róða stendur fyri einum Chili Con Carne rætti. Rætturin verður borðreiddur við eini skeið av súrróma útyvir. Röddin heldur at hetta er ein sera góð og bílig máltíð, ið mettar og smakkar væl. Kostnaðurin er 30 krónur.

 

 

Pylsuvognurin

 

 

Stokt pylsa

Úr pylsuvogninum royndu vit eina stokta pylsu við ristaðum leyki, ketsjuppi, sinnopi og remulátu. Pylsan var væl stokt, og ikki sprongd. Hon smakkaði ókey, tó var onki serligt við henni, og var hon ikki serliga áhugaverd á nakran hátt. Pylsan er fín til prísin – 25 krónur.

 

 

Búff-sandwich

Eisini royndu vit búff-sandwichin við øllum sum hartil hoyrir – súltaðar agurkur, ristaðum leyki, bleytum leyki, sinnopi, ketsjuppi og remulátu. Búffurin á 135 gram mettar væl. Röddin var væl nøgd við máltíðina, sum umframt at smakka væl, er góð til prísin – 50 krónur.

 

 

Pannukøkuvognurin

 

 

Futte’s Special

Í pannukøkuvogninum eru bæði matpannukøkur og søtar pannukøkur. Röddin royndi eina pannukøku við sjokulátusós og kanel ímillum. Röddin helt hetta vera eina góða blanding, og pannukøkan var frálík. Kostnaðurin er 25 krónur.

 

 

 

 

Myndir: © Sonja Wang Hansen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.