- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvæðini verða kvøðin í Keypmannahavn

Kvæðini verða kvøðin í Keypmannahavn
Hevur tú áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum? Dansifelagið Fótatraðk skipar í vetrarhálvuni fyri dansikvøldum í Keypmannahavn.
23.09.2014 - 15:00
Kalda heystluftin hevur so smátt lagt seg yvir stóru bygningarnar í Keypmannahavn. Men nú hevur tú møguleika fyri at dansa hitan í kroppin við føroyskari mentan.
Dansifelagið Fótatraðk skipar hesa vetrarhálvuna fyri føroyskum dansi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Dansikvøldini eru skipað soleiðis, at hvørt kvøld hevur eitt evni. Komandi sunnukvøld er tað evnið Riddaravísur, sum er á skránni.
Síggj skránna við dansikvøldum og evnum her.
Tiltøkini eru hvørt sunnukvøld frá klokkan 18-21 í Føroyahúsinum.
Broytingar í skránni verða fráboðaðar á facebooksíðu felagsins.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




