Føroysk mentan á Christiansborg

Føroysk mentan á Christiansborg
Mentanarnáttin í Keypmannahavn rúmar eisini føroyskari mentan. Føroysku fólkatingslimirnir bjóða inn á Christiansborg.
10.10.2014 - 11:00

Býrt tú í Keypmannahavn ella ert tú av aðrari orsøk í høvuðsstaðnum í kvøld, so hevur tú møguleika fyri at uppliva eitt sindur av føroyskari mentan á Christiansborg í samband við mentanarnáttina.

 

Hvørt ár á mentanarnáttini í Keypmannahavn hevur fólkið í býnum møguleika fyri at koma á gátt í søguliga slottinum Christiansborg, har flest allir politikarir halda til. Í hesum sambandi bjóða teir báðir fólkatingslimirnir Edmund Jacobsen og Sjúrður Skaale inn til føroyskan mat, tónleik og list.

 

Skráin sær soleiðis út: 


18.00 Borðreitt verður við føroyskum mati
18.00 Mannbjørn Anthoniussen 
18.00 Listaframsýning við verkum hjá Selmu Mikladal og Nicolinu Højgaard
19.00 Uni Debess 
19.30 Summarnátt, stuttfilmur eftir Sakaris Stórá
20.00 Mannbjørn Anthoniussen
20.30 Vetrarmorgun, stuttfilmur eftir Sakaris Stórá
21.00 Eivør
22.00 Uni Debess
22.45 Mannbjørn Anthoniussen

 

Tiltakið byrjar kl. 18 og endar á midnátt.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.