Listafólkið: Marita Vestergaard

Listafólkið: Marita Vestergaard
Listafólkið hesaferð er 21 ára gamla Marita Vestergaard úr Saltangará. kekka myndirnar hjá henni út niðanfyri.
10.10.2014 - 11:00

Marita Vestergaard hevur málað síðani hon var 15 ára gomul, og hon nýtir yrkisnavnið Vatiram. Tað er navnið hjá henni aftanifrá við fyrsta bókstavinum av eftirnavninum. Marita elskar at mála og vera kreativ og skapandi.


Íblásturin kemur frá upplivingum og dreymum

- Eg kann ikki siga, at tað eru nøkur heilt fá og ávís ting, ið geva mær íblástur. Tað er alt eg upplivi hvønn dag, onnur menniskju eg møti, hendingar og kenslur. Fortíðin og dreymar um framtíðina, fascination av menniskjanum og universinum, ymiskar mentanir og ymiskar meiningar. Eisini bara tað, at kunna skapa nakað, ið eg annars ikki hevði kunnað víst og úttrykt á annan hátt enn við eini mynd, ið eg tilevni og á ein hátt ferðist við, læri at kenna, gevur mær íblástur.

 

Marita  hevur ikki ein ávísan stíl

- Tá eg máli, varnist eg ting við heiminum og mær sjálvari, ið eg ikki áður havi sæð. Mínar myndir fevna nokkso vítt í stílsniði. Eg havi ikki viljað tengt meg fast at einum ávísum hátti at mála, eg nýti reiðskapini eg havi, og á tann hátt eg havi hug til, og tað er júst hetta frælsið, ið mær dámar sera væl við at vera kreativ.

 

- Tá eg sjálv hyggi at mínum myndum, síggi eg lív í teimum, ikki eina glansmynd ella eina lýsing av fullkominleika. Eitt rættiligt lív, ið er torført at skilja til fulnar, tað er hart og rátt, men eisini mjúkt og vakurt. Oftani eru tað kontrastir, ið spæla ein stóran part í myndunum, bæði innan í okkum sum menniskju, og úti í heiminum. Tað er ikki altíð at mótpartarnir báðir eru á løriftinum. Skuldi eg sett eitt stílmerki á, útfrá hvat myndirnar lýsa, vildi eg kallað tað expressionismu.

 


Tú kann síggja fleiri myndir, og fylgja við hvat Marita ger her

 

Myndir: © Marita Vestergaard

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.