- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oktoburfest kemur til Føroya

Oktoburfestin, sum hevur sín uppruna í Týsklandi, hevur ment seg frá at vera ein brúðarveitsla til at verða ein av størstu og mest umtóktu hátíðarhaldunum í heiminum. Fleiri enn seks milliónir fólk vitja Oktoburfestina hvørt ár.
Vit kenna allarhelst í dag Oktoburfestina fyri teirra búnar. Kvinnurnar ganga í einari hvítari blus við puffermum og einum stuttum blomstrutum kjóla við hvítum pintaðum fyriklæði. Búnin hjá monnunum er samansettur av hvítari skjúrtu og eyðkendu skinnbuksunum við selum. Sum vit kenna tað frá okkara egna tjóðarbúna, so verður hesin búnin eisini gjørdur meiri modernaður hvørt ár.

Eitt annað týdningarmikið eyðkenni fyri Oktoburfestina eru ølirnar. Man drekkur Oktoberfestbier, sum er ein sterk øl. Í gomlum døgum bryggjaði man hesa ølina í marts mánaði, tí enn var kalt nokk til at bryggja. Tá so oktobur nærkaðist var aftur kalt nokk at bryggja øl, so tí ballaðist man til restirnar frá martsmánað vóru uppi.

Café Natúr heldur Oktoburfest leygarkvøldið 11. oktobur. Hetta verður eitt rimmar tiltak við tónleiki, mati og øl.
Eisini kanst tú uppliva Oktoburfestina í Glitnir leygarkvøldið.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




