Lesarabræv: Fólkið skal vita hvør stuðlar hvørjum

Lesarabræv: Fólkið skal vita hvør stuðlar hvørjum
Tráin Petursson Nónklet hevur skrivað lesarabræv um uppskotið hjá Tjóveldi, um at flokkar og valevni skulu upplýsa allar inntøkur alment
24.10.2014 - 19:15

Politiskir valdystir kosta nógv, og nógv verður spýtt í frá privatum. Nú leggur Tjóðveldi fram uppskot  um, at flokkar og valevni skulu upplýsa allar inntøkur alment. Endamálið við uppskotinum er at tryggja gjøgnumskygni í politisku skipanini. Hesum stuðlar Unga Tjóðveldið.

 

Tað er av alstórum týdningi, at veljarin veit hvør tað er, ið fíggjar ein politiskan flokk ella politikara. Tað kann vera viðkomandi hjá veljaranum at vita um stórar fyritøkur ella valds- og peningamikil fólk spýta stórar upphæddir í politiskar flokkar ella valevnir. Hetta skal tryggja, at tað ikki eru pengarnir, sum avgera hvør verður valdur á ting. Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, um tað eru pengar, sum í stóran mun skulu avgera hvør situr við landsins leiðslu. Hetta hevur við sær, at føroyska fólkið ikki verður umboðað rætt, men heldur tryggjar hetta sterkum áhugamálum framat. Besta føroyska dømi um hetta er fiskivinnuskipanin, sum tryggjar nøkrum politiskt úrvaldum reiðarum at sita við fólksins ogn, heldur enn at bjóða hana út á uppboðssølu. Í løtuni er tað serliga Fólkaflokkurin, ið tvíheldur um hesa skipan.

 

Amerikanskar tilstandir
Í USA er tað í veruleikanum pengarnir, ið avgera hvør verður valdur inn, bæði sum presidentur og í Kongressina. Tveir stórir flokkar skiftast um at sita við valdið og verður politikkurin sera eintáttaður. Nú ynskja nógv, at møguleikin fyri privatum stuðli skal avmarkast, soleiðis at stórar fyritøkur og ríkir persónar ikki avgera í eins stóran mun hvør verður valdur inn. Víst verður á, at vanliga fólkið heldur eigur at stuðla fíggjarliga. Hetta skal  tryggja, at tað verður vanligi borgarin, ið verður valdur at stýra landinum, og sostatt avmarka valdið  hjá teimum fáu, ið stuðla politikarunum fyri at fáa skattalættar og líknandi. Vit hava tíbetur ikki fingið amerikanskar tilstandir enn, og tað skulu vit eisini forða fyri hendur. Tí er týdningarmikið at vit tryggja gjøgnumskygni í politisku skipanini, soleiðis at veljarin veit hvørji fíggjarlig áhugamál kunna vera upp á spæl. Landsins leiðsla eigur ikki ótarnað at sleppa at tryggja nøkrum fáum at njóta gott av fólksins ogn! 

 

Almennur stuðul skal tryggja óheftni 
Tað gerst dýrari og dýrari hjá politisku flokkunum og valevnunum at føra valstríð og at fremja politiskt arbeiði sum heild. Tað er ikki so langt síðani, at løgtingið hækkaði stuðulin til politisku flokkarnar. Hetta gjørdi ein ávísan mun. Stuðulin átti tó at hækka enn meira og sostatt verið við til at tryggja, at flokkarnir ikki eru so tengdir at stórum einstøkum stuðlum, men heldur kunnu dúva uppá almenna stuðulin og stuðul frá grasrótunum, tiltøkum o.s.fr.

 

Tað verður spennandi at vita hvørja móttøku uppskotið hjá Kristinu Háfoss, vegna Tjóðveldi, fær. Hvør fer at atkvøða nei,  og hvør grundgevingin verður. Vanliga umberingin um, at "hetta er andstøðu uppskot" heldur ikki. Í Unga Tjóðveldinum mæla vit Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum, fyri at tryggja størri gjøgnumskygni í føroyskum politikki.

 

Vegna Unga Tjóðveldið,
Tráin Petursson Nónklett, formaður

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.